Ein maður skal í rættin í dag

Ein maður situr í varðhaldi hjá løgregluni fyri innbrot

Ein maður verður framstillaður í Føroya Rætti á middegi skuldsettur fyri innbrot. Tað snýr seg í hesum føri um eitt innbrot og eina innbrotsroynd í vinnubygningar í Havn, sum vórðu fráboðað mánadagin. Tað eydnaðist manninum at sleppa av stað við pengum.

Orsøkin til, at maðurin verður framstillaður í grundlógaravhoyring er, at hann hevur so nógvar aðrar syndir av sama slag hangandi yvir sær, at nú verður hann skuldsettur fyri fleiri mál, sigur vakleðarin á politistøðini í Havn.

Ein bilførari fekk í gjár bót og klipp í koyrikortið fyri at verða máldur at koyra 93 við einum trailara millum Fjarða í Eysturoy.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Nakað av arbeiði høvdu tey á politistøðini í gjár av at geva loyvi til nýggjárshald, eftir at Margit Stóra gav loyvi til at nýggjárshald kundu flytast til í gjárkvøldið.

Men eingin hevur fingið bót fyri at senda fýrverk ólógliga.