Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Eg haldi nýggjár her eg búgvi og njóti útsýnið yvir býin, meðan onnur senda fýrverk.
Tað sigur Thordur Thorsteinsson, sum býr í Danmark.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Eg havi klárað við egnari hjálp at steðgað mínum drekkaríi, 12 -14 øl um dagin í nógv ár, sum nú er vorðið til 0 spiritus.
Og hvat var tað keðiligasta?
- At eg ikki fekk samband við øll míni.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Tað er mín vón, at øll míni børn og abbabørn hava góða heilsu og eru frísk, og at teimum øllum fer at gangast væl.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Tað er mítt ynski at koma niður aftur á mína normalu vekt.
Hann sigur, at tað gongur rætta vegin við vektini, nú hann hevur mist 18 kilo.
- Men, vektin skal nógv kilo niður aftrat, sigur hann brosandi.
Eitt annað ynski hjá Thordi Thorsteinsson er, at hann skjótt kann flyta heimaftur til Føroya.
##med2##












