Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Vit plaga at halda nýggjár saman við børnum og barnabørnum - antin hjá einum av børnunum ella heima. Okkurt gott verður at eta, og helst er stokt ræst kjøt favoritturin.
Tað sigur Bill Justinussen.
Hann vísir á, at tey seks abbabørnini eru millum trý og 10 ár, so fýrverkið verður eisini hareftir.
- Annars hava vit sum familja í nøkrum førum hildið frí uttanlands á jólum. Tað er øðrvísi, men sera gott og friðsælt og nakað, sum eg vil viðmæla einum og hvørjum at royna.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað er ringt at taka dagar ímillum, hvat var tað besta, sum hendi í árinum. Men, at vera saman við øllum børnunum og abbabørnum í summarfrí í Spania var eitt avgjørt hæddarpunkt.
Bill Justinussen sigur seg fegnast um, at politiska rákið er vent, og at høgravongurin vinnur seg fram kring heimin.
- Tann mentunarleysa og siðspillandi woke-rørslan hevur tíbetur fingið stólin fyri hurðina nógvastaðni, leggur hann aftrat.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta her heima var avgjørt, at lóg um fría fosturtøku varð samtykt. Talan er um eitt siðaskifti í føroyskari søgu, sum er til stóran skaða fyri mentan, hugburð og uppaling í almenna rúminum.
Hann vísir á, at úti í heimi eru tað ræðuleikarnir av náðileysum kríggjum, sum leggja myrkan skugga yvir tilveruna sum heild.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Mín vón er, at tað gongst Føroyum og føroyingum væl á øllum mótum í nýggja árinum, at Harrin skal signa land og tjóð, og at stór náði skal vera yvir føroyingum.
Og Bill Justinussen leggur aftrat:
- At friður kemur í lag millum stríðandi partar kring heimin - og sum tað fyrsta, at børn verða sameind aftur við síni foreldur, har kríggj herja.











