Nýtt felag skal eiga Smyril Line

Seks teir størstu partaeigararnir í Smyril Line hava stovnað nýtt felag, sum skal eiga felagið

Tað sæst í lýsing á Skráseting Føroya, sum hevur skrásett nýggja partafelagið.

 

Skrásetingar-nr. 9242

 

Navn: P/F Smyril Line Holding

 

Adressa: Yviri við Strond 1 100 Tórshavn

 

Kommuna: Tórshavnar

 

Stovningardato: 23.12.2025

 

Viðtøkudato: 23.12.2025

 

Tey, sum hava stovnað nýggja felagið, eru tríggir teir størstu partaeigarar í Smyril Line, sum tilsamans eiga 82,05 prosent av partapeninginum

 

Stovnarar eru:

 

Skrás. nr. 2800, Framtaksgrunnur FøroyaVestara Bryggja 15, 1.th., 110 Tórshavn. (Eigur 6,33%),

 

P/F 5668, P/F 12.11.11, Skansavegur 7, 100 Tórshavn. (Eigur 59,48%)

 

Føroya Landsstýri, Tinganes, 100 Tórshavn. (Eigur 16,24%)

 

Sp/F 6044, Sp/F 12.08.14, Hóvabrekka 2, 160 Argir

 

Blue Water International A/S, Trafikhavnskaj 11, 6700 Esbjerg

 

Shetland DevelopmentTrust c/o of SICI, 8 North Ness, ZE1 0LZ Lerwick

 

Hesi manna nevndina í nýggja felagnum:

 

Tummas Osmundarson Justinussen, Dalalíð 3, 100 Tórshavn, (nevndarformaður)

 

Helga á Borg, Leitisgøta 18, 160 Argir, (nevndarlimur)

 

Jens Meinhard Rasmussen, Hóvabrekka 2, 160 Argir, (nevndarlimur)

 

Arne Joensen, Søster Svenstrup Byvej 31, 4130 Viby Sj., (nevndarlimur)

 

Allir nevndarlimir eru teir somu, sum eru í nevndini í P/F Smyril Line.

 

Stjóri í nýggja felagnum er Jens Meinhard Rasmussen, sum eisini er stjóri í Smyril Line.

 

Grannskoðari:

 

Sp/f SPEKT, løggildir grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn

 

Partapeningur: kr. 99.690.975,00

 

Inngjaldingarháttur: Kr. 99.690.975,00 í øðrum virðum til kurs 597,13132608

 

Tekningarreglur: Felagið verður teknað av nevndarformanninum saman við einum stjóra ella av nevndarformanninum saman við einum øðrum nevndarlimi ella av einum nevndarlimi saman við einum stjóra ella av allari nevndini.

 

Endamál: Endamál felagsins er at eiga, keypa og selja kapitalpartar felagnum Smyril-Line (skrás. nr. 544).

 

 

 

Roknskaparár: 01.01 - 31.12

 

Fyrsta roknskaparár: 01.01.2025 - 31.12.2025

 

Tórshavn 29.12.2025

 

J. nr. 25-1295

 

Skráseting Føroya tann 29. desember 2025

 

Skráseting Føroya