Amerikanska rættarmálaráðið hevur 5,2 milliónir síður av tilfari úr málinum móti kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein, sum enn ikki er viðgjørt.
Tað vísir eitt skjal frá umsitingini hjá Trump, sum tíðindastovan Reuters sá týsdagin.
Har stendur eisini, at deildini tørvar hjálp frá 400 advokatum frá fýra ymiskum deildum, sum hjálpa til við tilgongdini fram til januar.
Gjøgnumgongdin av tilfarinum fer helst at hava við sær, at tað fer at ganga longri tíð, áðrenn skjølini kunnu koma út, enn fráboðað varð upprunaliga. Tað stendur sambært Reuters, stendur í skjalinum.
Fleiri túsund skjøl eru longu almannakunngjørd, men løgmálaráðið átti at latið øll skjølini út innan 19. desember orsakað av sonevndu "Epstein Transparency Act" - ein nýggj amerikansk lóg, sum varð sett í gildi í farna mánaði.
Hvítu Húsini og Løgmálaráðið svaraðu ikki áheitanini um viðmerkingar frá Reuters.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og Epstein vóru vinir í 1990- og 2000-árunum, og hildu veitslur saman við øðrum í amerikansku og altjóða valdselituni.
Trump hevur áður sagt, at vinalagið endaði í 2000-árunum, og at hann einki samband hevur við brotsverkini hjá Epstein.
Epstein-skjølini vísa til tey umfatandi prógvini, sum løgmálaráðið og FBI savnaðu inn fyri árum síðani undir kanning í Florida.
Fleiri myndir av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, eru komnar út, m.a. Ein talsmaður fyri Clinton hevur sagt, at fyrrverandi forsetin einki visti um brotsgerðirnar hjá Epstein.
Eisini eru fólk sum medstovnarin av Microsoft, Bill Gates, og Andrew Mountbatten-Windsor, sum fekk prinsaheitið sítt í Bretlandi strikað í november. Trump sæst eisini á fleiri av myndunum.
Epstein doyði í fongslinum í 2019, meðan hann bíðaði eftir rættarmáli í New York vegna ákærur um menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.
/Ritzau/










