Útlendingur vístur av landinum fyri grovan harðskap

Eystari landsrættur staðfesti dóm í Føroya Rætti móti mannin, sum framdi grovan harðskap í Skálafirði 21. november í fjør

Landsrætturin hevur í dag staðfest dóm móti einum manni av Fillipsoyggjum, sum í Føroya Rætti varð dømdur fyri grovan harðskap.

– Hesin dómurin hjá landsrættinium vísir, at útlendingar, sum fremja grovan harðskap í Føroyum, verða vístir av landinum.

Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, við Kringvarpið.

Hon sigur eisini við Kringvarpið, at hon fegnast um, at Eystari landsrættur hevur staðfest dómin hjá Føroya Rætti móti einum útlendingi, sum hevur framt grovan harðskap, og sum fekk treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár, og eisini varð vístur av landinum.

Talan er um ein 32 ára gamlan mann av Fillipsoyggjum, sum í Føroya Rætti varð dømdur fyri grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og fyri ólógliga inntreingjan í Skálafirði 21. november í fjør.

Í Føroya Rætti varð hann dømur í eitt ára treytaleysan fongsul.

Maðurin kærdi dómin, sum nú er staðfestur í landsrættinum. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani.

Hann varð eftir dómin koyrdur niðan aftur í Mjørkadal, har hann hevur sitið fongslaður síðani 21. november í fjør. Og har verður hann sitandi, til hann hevur sitið allan dómin, og síðani verður hann sendur av landinum.