- Fríggjadagin stutt eftir døgurða fóru starvsfólk á Varðanum Pelagic at gera klárt til framleiðslu, sum skuldi byrja leygarmorgunin klokkan 8.
Hjá Varðanum Pelagic vísa tey á, at vanlig mannagongd er altíð at skola øll rør ígjøgnum, eins og tað eisini altíð verður skolað ígjøgnum, tá framleiðsla endar.
- Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at einki gamalt vatn stendur eftir í rørunum. Alt, sum verður skolað út, fer gjøgnum spillivatnsreinsiskipanina og síðan í spillivatnsrør út á sjógv.
Lagt verður aftrat, at henda mannagongd eisini bleiv fylgd fríggjadagin.
- Men, tað gjørdist skjótt greitt, at okkurt óvanligt var áfatt, tí ein ringur luktur breiddi seg. At tað skuldi gerast so grelt, at lukturin eisini breiddi seg langt niðan í býin, harmast vit almikið um.
Á sínari heimasíðu í gjár siga tey á Varðanum Pelagic, at starvsfólk í gjár gjøgnumgingu rørskipanina fyri at finna fram til, hvørjar ábøtur skulu gerast fyri, at hetta ikki skal endurtaka seg.
- Vit vóna, at hetta ikki kemur fyri aftur, verður lagt aftrat í kunningini um ringa luktin á virkinum fríggjadagin.