Burma/Føroyar: 41.000 krónur!
So nógvur peningur er higartil komin inn frá føroyingum, sum við hjartanum á røttum staði vilja stuðla teimum neyðstøddu í Burma.
Herviliga náttúruvanlukkan hevur longu kravt minst 100.000 mannalív, og um hjálp ikki verður veitt teimum skjótt, kann støðan gerast enn verri.
Hetta hava fólk í Reyða Krossi kring allan heimin sæð, og hetta hevur eisini tann føroyska deildin av felagsskapinum sæð.
Í eina tíð hevur felagsskapurin tí heitt á fólk um stuðla arbeiðinum við at veita neyðhjálp til tey harðast raktu. Og ikki kann sigast annað, enn at føroyingar hava tikið væl undir við hesi áheitanini.
Mánadagin í farnu viku vóru komnar inn slakar 20.000 krónur, og tá kassameistarin, Líggjas Joensen í morgun taldi upp, var talið vaksið við ikki færri enn 21.000 krónum!
- Hesin peningurin kemur sera væl við í Burma, tí tað serliga eru børn og ung sum eru harðast rakt, verður sagt úr Reyða Krossi.
Til fólkið
Tað tók sína tíð, men fríggjadagin bórust boðini um, at stjórnin í landinum hevði latið landamørkini upp fyri fólkum frá neyðhjálparfelagsskapunum.
- Vit fegnast um, at okkara fólk nú kunnu koma inn. Hetta ger sítt til at vit fáa meiri neyðhjálp út til fólkið, segði Anders Ladekarl, aðalskrivari í Dansk Røde Kors henda dagin.
Serliga stóran týdning hevur tað at sleppa inn í tey ringast raktu økini við áarósan, har tey flestu neyðstøddu eru at finna.
Ein herviliga melduródn rakti Burma 2. mai, og er enn eitt stórt arbeiði eftir at gera, fyri at fáa landið á føtur aftur.