41 ára gamli liðformaðurin skoraði

1. DEILD: B71 og teir næstbestu hjá HB spældu seinnapartin javnt í Gundadali

24. november verður hann 42 ár, men hann er framvegis eyðsýndur fótbóltsspælari.

So mikið drúgvan álitismann halda sandoyingar hann vera, at hann nú er liðformaður í B71.

Talan er um Clayton Soares, sum sambært faroesoccer.com hevur spælt 386 dystir í føroyskum kappingum.

Í dag endaði tað 1-1, tá ið Clayton Soares og B71 vóru í Gundadali og spældu ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Clayton Soeres legði B71 á odda dygst undan steðginum, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru frá Kristian Krog Hentze hálvfluktaði bóltin í málið.

Átta minuttir eftir steðgin javnaði Jógvan Skeel Nolsøe. Tað var eftir flatt innlegg úr vinstru.

Millum HB spælararnar var hjálparvenjarin Kevin Schindler.

HB tapti í fyrsta umfari 2-0 í Runavík. Í triðja umfari skal HB spæla í Sørvági.

B71 hevur tvær ferðir spælt 1-1. Í fyrsta umfari var tað á heimavølli ímóti 07 Vestur. Í triðja umfari fær B71 vitjan av AB.