4298 atkvøður fyri Fámará

Fyrrapartin í dag handaði Rúni Jacobsen, búfólk í Fámará, landsstýrismanninum við landbúnaðarmálum, Jakob Vestergaard, stívliga 4000 undirskriftir.

 

Við teimum fylgdi soljóðandi áheitan:

»Undirritaði tekur undir við, at Johan Dalsgaard festir Fámara.

Johan hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur víst í verki, at hann bæði hevur førleikar, vitan og áræði at dríva festið á ein skilagóðan hátt. Eg vil við míni undirskrift stuðla honum í at menna eitt alternativt, landbúnaðar-, ferðavinnu- og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum«.

 

Saman við undirskriftunum handaði Rúni Jacobsen landsstýrismanninum ein faldara við framtíðar hugsjónini um Fámara.

 

Umframt Rúna Jacobsen, Jóhan og Rakul Dalsgaard vóru umleið hálvthundrað fólk møtt upp at stuðla.

 

Sí myndatema her: in.fo/index.php