Meksikanskir løgreglumenn funnu í gjárkvøldið líkini av 26 monnum í nøkrum bilum, sum stóðu uttan fyri eina handilsmiðstøð í býnum Guadaljara. Menninir vóru bakbundnir, og løgreglan ivast ikki í, at drápini hava samband við stríðið millum tey ymsu rúsevnaharkaliðini.
Borgarstjórin í Guadaljara, Jorge Aristoteles Sandoval, sigur við fjølmiðlarnar, at tey nógvu drápini vísa, at harðskapurin gerst bara verri og verri. Hann sigur, at løgreglan fann eini boð saman við líkunum, men hann vil ikki siga, hvat stóð í teimum.
Fyrradagin fann meksikanska løgreglan 17 lík í tveimum bilum í býnum Sinaloa. Teirra millum vóru líkini av trimum burturfluttum løgreglumonnum.
Síðani Felipe Calderon, forseti, sett herin inn í bardagan ímóti rúsevnaharkaliðunum, hevur rúsevnakríggið kostað meiri enn 45.000 mannalív, skrivar AP.