45 møttu til royndarfilming

Heili 45 spentir føroyingar lótu seg í gjár royndarfilma til leiklutir í norska filminum »Buzz Aldrin«, sum lutvíst skal takast upp í Føroyum í summar




Úti í gongini gongur ein spentur pápi og bíðar. Inni í rúminum við síðuna verður 10 ára gamli sonurin Tórður nevniliga royndarfilmaður til leiklutin sum Bergur í norska filminum "Buzz Aldrin", sum skal takast upp í Føroyum í summar.

Tórður var ikki so fjálturstungin, tá hann fór inn, heldur pápin. Men ilt er at gita, hvussu tað gongur, nú hann situr har inni umgyrdur av upptøkutólum, ljósum og mikrofonum. Spennandi er tað í øllum førum, tí leikluturin sum Bergur, ungi vinmaðurin hjá høvuðspersóninum, er ein av teimum stóru í filminum.

Tórður sær nú ikki út til at vera so nógv ávirkaður av øllum hóvastákinum, tá hann kemur útaftur. Og hann tekur tað heldur ikki so tungt, at hann gloymdi okkurt av tí, hann skuldi siga, tí fólkini aftanfyri upptøkutólini fingu hann skjótt á glið aftur. 



Ymsar typir

Tey høvdu úr at gera í hølunum hjá Klippfisk í gjár, har fyrsta royndarfilmingin til norska filmin Buzz Aldrin fór fram.

Heili 45 spentir føroyingar í aldrinum 7 til 45 ár høvdu bjóðað seg fram til onkran av teimum seks leiklutunum í filminum, sum skulu mannast av føroyingum. Hartil hava eini 20 fólk teknað seg sum statistar í filminum.

Tað er Eyð Matras, sjónleikari og hjálparfólk hjá norska leikstjóranum, sum hevur staðið fyri hesi fyrstu royndarfilmingini í Føroyum.

- Í fyrsta umfari hyggi eg eftir, hvørjar typur leikarararnir eru, og hvussu nærverandi tey eru frammanfyri upptøkutólinum. Síðani skal norski leikstjórin síggja upptøkurnar og byrja at velja út, sigur Eyð Matras, sum er sera væl nøgd við, at so nógv hava bjóðað seg fram.

- Her eru bæði royndir sjónleikarar og onnur, sum als ongar royndir hava. Og hvør veit - kanska vit hava funnið eitt púra óvæntað natúrtalent, tá royndarfilmingin er liðug, sigur Eyð Matras.

Hóast tey tilmeldaðu í hesum umfari bara hava tríggjar minnuttir frammanfyri upptøkutólinum, heldur Eyð Matras tað bera væl til at gera sær eina góða mynd av teimum í einum møguligum filmsleikluti.

- Tað er faktiskt ótrúligt, hvussu nógv tey megna at vísa av sær sjálvum eftir so stutta tíð. Tey flestu hava valt at fortelja eina søgu, sum tekur støði í egnum upplivingum - og tað hevur verið alt frá jalousi til upplivingar av spøkilsum, sigur Eyð Matras, sum ikki ivast í, at norski leikstjórin fær nógv áhugavert tilfar at arbeiða við eftir hesa fyrstu royndarfilmingina. 



Taka kjansin

Ein av teimum, sum var komin til royndarfilming í gjár, var 40 ára gamli sjómaðurin Bjarti Matras av Viðareiði. Hóast hann als ongar royndir hevur sum sjónleikari, helt hann at hetta skuldi roynast.

- Avgerðin um melda meg til var rættiliga spontan. Eg vænti nú ikki at fáa nakran leiklut, men eg helt, at hetta kundi vera sera stuttligt at royna, sigur Bjarti.

Hann hevur gjørt av at royna seg framman fyri upptøkutólinum við eini søgu, um ein sera vakran spákitúr saman við einum donskum vinmanni, har Bjarti greiðir frá, hvat teir síggja. Higartil hevur hann als ikki verið nervøsur, men nú er minni um hann.

- Nú. eg eri komin inn her, byrji eg at føla meg eitt sindur nervøsan, má eg viðganga. Men tað gongur nokk, smílist fryntligi sjómaðurin av Viðareiði.

Við borðið inni í bíðirúminum situr eisini 26 ára gamli Óli G. Samuelsen úr Klaksvík. Hann er í ferð við at fylla nøkur pappír út, so leikstjórin kann seta seg í samband við hann, um brúk verður fyri honum. Óli hevur drúgvar royndir sum áhugaleikari, so hann tekur tað rættiliga avslappað. Onkrar smávegis royndir hevur hann eisini frá filmi, sum í øllum førum hava lært hann eitt

- Tað kann vera ótrúliga ringt at lata vera við at hyggja beint inn í upptøkutólið í fyrstuni, so tað verður ein avbjóðing, tá tú bara hevur tríggjar minuttir, sigur Óli, sum annars ikki var í iva um at melda seg til hesa royndarfilmingina.

- Hetta er ikki ein kjansur, tú kanst vænta at fáa aftur í Føroyum í bræði, so tað er um at taka av, tá høvið býðst, sigur 26 ára gamli klaksvíkingurin.

Upptøkurnar til "Buzz Aldrin" byrja í Føroyum í juni mánað, har tær flestu verða gjørdar við Gjógv.