Frá komandi viku og heilt fram til seinast í september mánað koma 47 ferðamannaskip á Havnina.
Hetta talið er tað sama sum í fjør.
Fyrsta ferðamannaskipið, sum er úr Onglandi, kemur týsdagin 28. mai og telur 700 ferðafólk.
1. september vitjar tað størsta ferðamannaskipið í ár, Carribean Princes, ið hevur ikki færri enn 2500 ferðafólk umborð. Skipið er amerikanskt og steðgar í Føroyum í nakrar tímar, áðrenn siglt verður víðari til Akureyri í Íslandi.
Síðsta ferðamannaskipið Norwegian Star kemur 24 september, og við umborð eru 2200 ferðafólk.