47 næmingar á várskeiðinum á Ítróttaháskúlanum

Fleiri av næmingunum eru úr útlondum.

Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni byrjaði fyri lítalri viku síðani, og byrjað varð við sonevndum introtúri.

 

Á skeiðnum eru 47 næmingar, og teir fingu eina fríska byrjan. Gingið var úr Sandvík til hvalbiar, og leiðin gekk um allar sjey fjallatopparnar, sum eru á leiðini.

 

- Á vegnum hava vit tikið allar sjey topparnar í økinum - ein hørð, men frísklig byrjan, skrivar Ítróttaháskúlin a sínum facebook vanga.

 

Har frættist eisini, at av teimum 47 næmingunum, eru 16 danir og ein sveisari.

 

Á facebook vanganum hjá skúlanum eru eisini fleiri myndir frá túrinum at síggja.

 

Nakrar av myndunum eru her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##