Í ár fara 48 ferðamannaskip við 27.190 ferðafólkum at leggja at molanum í Havn, Tey fyrstu komu um miðjan mai og tað síðsta - og størsta - kemur síðst í september. Talið av skipum er ikki endaliga staðfest, eftirsum avlýsingar kunnu koma vegna veður og annað.
Men um øll 48 koma, er tað hægsta tal av ferðamannaskipum, ið nakrantíð er komið til Føroya á einum árið.
Fyri góðum tveimum vikum síðani var risaskipið »Poesia« á Havnini. Tað hevði við sær 2.200 fólk, og merktist tað sera væl í býarmyndini í Havn.
Ferðafólkini vóru busstúrar runt alt landið og løgdu óivað fitt av peningi eftir sær.
At liggja við kai er heldur ikki ókeypis, havnargjald, vatn og vakt skal gjaldast, og samanlagt, upplýsa tey frá havnarskrivstovuni, kostaði tað 207.548 krónur hjá »Poesia« at liggja við kai í átta tímar.
Skipini, sum koma, hava úr 50 til 2.300 ferðafólk umborð.
Tey flestu eru á veg til ella úr Íslandi og steðga ein dag í Føroyum.