4.805 fermetrar til bústaðarbygging í Leynum

- Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið

Kvívíkar kommuna hevur nú lýst níggju grundstykki í Leynum til sølu - til bústaðarbygging, sum tey siga. Hesi grundstykki eru á 4.805 fermetrar tilsamans.

 

- Ognirnar liggja í Ovara Gerði, sum er bústaðarøki B í byggisamtyktini fyri kommununa - ætlað til sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum, og – eftir serloyvi frá byggivaldinum – tvíhús, raðhús, ketuhús ella aðrar líknandi bústaðir.

 

Á heimasíðuni hjá kommununi verður víst á, at ognirnar verða seldar undir einum, og prísurin er 500 krónur fyri fermeturin.

 

- Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.

 

Tað er ein fyrimunur, siga tey í Kvívíkar kommunu, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið.

 

##med2##

 

- Vit tilskila okkum rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið, siga tey í kommununi.

 

Sambært kunngerð um alment útboð av kommunalari hevur Kvívíkar kommuna ikki skyldu til at taka av nøkrum boði.

 

Á heimasíðuni - www.kvivik.fo - er neyvari kunning um grundstykkini, sum kommunan nú hevur lýst til sølu, og freistin at lata inn skrivlig boð er á middegi mánadagin 22. september.