49 ára gamli Géza Támas Turi fer í dag at verja KÍ málið í toppdystinum í Gundadali ímóti HB. Hann er føddur 11. mars í 1974, og tað man vera heilt langt síðani, at ein so tilkomin spælari hevur verið í landskappingardysti í bestu føroysku deildini.
Hann er málmansvenjari, og undir venjingunum er hann venjari hjá millum øðrum Markus Olsen Pettersen og eisini Róa Mørk Hentze. Higartil í ár hevur norski Markus Olsen Pettersen vart KÍ málið. Róa Mørk Hentze hevur tað ikki verið so nógv at sæð til, tí hann er darvaður av knæskaða.
Nú er Markus Olsen Pettersen so illa darvaður av skaða, at hann er ikki førur fyri at verja KÍ málið, og so hevur venjarin Magne Hoseth gjørt av at, at tað skal vera málmansvenjarin Géza Turi, sum skal verja málið.
Géza Támas Turi hevur sambært faroesoccer.com spælt 290 landskappingardystir í bestu deildini. Hann umboðaði GÍ og so Víking. Fyrsti dysturin var í 2006, og so spældi hann út í eitt til síðsta kappingardag í 2016. Í 2018 vardi hann málið hjá Víkingi í einum dysti.
HB – KÍ kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Áki D. Samuelsen, Emil Berger, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl, Mads Borchers
KÍ: Géza Támas Turi – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic – Luc Kassi, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð