Við 5-2 heimasigri á FC Suðuroy í kvøld lyfti EB/Streymur seg upp á næstfremsta plássið. Í fyrstu atløgu er møguleiki fyri, at silvurplássið er til láns inntil í annaðkvøld, tá ið HB skal í eldin.
Sigurin varð grundaður í 1. hálvleiki. FC Suðuroy legði seg á odda, men so var heimaliðið sera væl upplagt í ein hálvan tíma, tá ið tað eydnaðist teimum at skora fimm mál.
Eftir steðgin hevði heimaliðið als ikki sama takið á tí, sum talan hevði verið um í 1. hálvleiki, og tá var tað bara FC Suðuroy, sum megnaði at skjóta mál.
EB/Streymur-FC Suðuroy 5-2 (5-1)
Dómari: Lars Müller
0-1: Jón Krosslá Poulsen 12.
1-1: Daniel Udsen 19.
2-1: Daniel Udsen 31.
3-1: sjálvmál 32.
4-1: Hans Pauli Samuelsen 40.
5-1: Arnbjørn Hansen br 43.
5-2: Jón Krosslá Poulsen 60.
EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Hansen (Kristoffur Jakobsen, 56.), Sorin Anghel, Egil á Bø, Alex José dos Santos ? Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen (Brian Olsen, 46.), Pauli G. Hansen (Leif Niclasen, 68.), Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen ? Arnbjørn Hansen
Gult kort: Gudmund Nielsen
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma ? Teitur Tausen, Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Jónar Borgar Dahl (Tóki Brattalíð, 62.) ? Martin Tausen, Kári í Lágabø, Palli Augustinussen, Heini Bech (Sonni Kjærbo, 67.), Jón Krosslá Poulsen ? Mamuka
Gult kort: Kári í Lágabø, Martin Tausen
FC Suðuroy er á veg úr Streymnesi við 5-2 tapi í viðførinum. Jón Krosslá Poulsen skoraði einasta málið í 2. hálvleiki.
EB/Streymur hevði í 2. hálvleiki bóltin tvær ferðir á stólpanum, og eina ferð raktu teir í FC Suðuroy stólpan.
-------
Tað hevur als ikki verið sama snittið yvir spælinum hjá heimaliðnum í 2. hálvleiki, sum tað var í fyrra umfarinum.
Eitt korter undan leikloki er støðan 5-2.
Tað var enn eina ferð Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði fyri FC Suðuroy. Hann setti fríspark beinleiðis í málið.
--------
Teir fingu ein lítlan kvøkk beinanvegin, men síðani teir fótaðu sær, hevur tað gingið sum eftir ánni, og nú teir í EB/Streymi og FC Suðuroy eru farnir at hvíla seg, er støðan 5-1 til EB/Streym.
Jón Krosslá Poulsen legði gestirnar á odda, og síðani hevur Daniel Udsen skorað tvær ferðir, Hans Pauli Samuelsen hevur skorað eina ferð, eitt sjálvmál hava suðuroyingarnir gjørt, og so hevur Arnbjørn Hansen sett brotsspark í málið.
EB/Streymur-FC Suðuroy kl. 17.15
Dómari: Lars Müller
EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Hansen, Sorin Anghel, Egil á Bø, Alex José dos Santos ? Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen ? Arnbjørn Hansen
FC Suðuroy: Staneslav Kuzma ? Teitur Tausen, Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Jónar Dahl ? Martin Tausen, Kári í Lágabø, Palli Augustinussen, Heini Bech, Jón Krosslá Poulsen ? Mamuka