USA fer komandi dagarnar at arbeiða við at leggja síðstu hond á fleiri handilsavtalur, og onnur lond fáa boð um hægri toll innan 9. juli.
Tað segði forsetin í landinum, Donald Trump, sunnudagin.
Eftir ætlan kemur hægri tollurin í gildi 1. august.
Trump og fleiri amerikanskir embætismenn hava eisini áður nevnt 1. august sum dagin, tá nýggir tollur kemur í gildi, men ógreitt hevur verið, um hetta er galdandi fyri allar.
Amerikanski handilsmálaráðharrin, Howard Lutnick, varð sunnudagin biðin um at greiða nærri frá tollætlanunum.
Her varð sagt við journalistar, at hægri tollurin kemur í gildi 1. august, men at Trump í løtuni arbeiðir við at áseta nýggju satsirnir og at skriva undir handilssáttmálar við nøkur lond.
Í apríl kunngjørdi Trump amerikanskan innflutningstoll á vørur úr so at siga øllum londum í heiminum. Hetta fevndi um 10 prosent grundtoll á flestu londum og eykatoll upp til 50 prosent á onnur.
Men sama dag sum tollurin kom í gildi, valdi amerikanski forsetin at seta fleiri av teimum í bíðistøðu. Tað gongur út mikudagin 9. juli.
Nýggja dagfestingin fyri tollinum - 1. august - merkir ein leinging av steðginum í tríggjar vikur.
Scott Bessent, fíggjarmálaráðharri, segði fyrr sunnudagin í sjónvarpssending á CNN, at fleiri stórar fráboðanir um handilsavtalur kunnu koma komandi dagarnar.
Hann segði eisini, sambært Reuters, at góð framgongd hevur verið í amerikanska samrøðuni við ES.
– Trump forseti fer at senda brøv til nakrar av okkara handilsfeløgum, har hann sigur, at um tú ikki fært tingini at ganga upp, so verður tú tann 1. august sendur aftur til tollstøðið frá 2. apríl. So eg haldi, at vit fara at síggja nógvar avtalur sera skjótt, segði Bessent.
/Ritzau/