5 heiðursmerki á fyrsta oyggjaleikadegnum

Judomenninir vóru teir gyltu føroyingarnir á fyrsta oyggjaleikadegnum í dag. Heili fimm ferður vunnu judoíðkararnir heiðursmerki, og einaferð var talan um gull.

 

Tað var, tá ið Jógvan Páll Kristiansen vann finaluna í vektbólkinum -73 kilo. Mótstøðumaðurin í finaluni var ein annar føroyingur, Hjalmar Johannesen, sum sostatt vann silvur.

 

Skarpheðin Njálsson kom eisini í finaluna, tað var í flokkinum +100 kilo, men hann mátti lúta fyri mótstøðumanninum Floyd Askin av Isle Of Man.

 

Føroyar vunnu eisini tvey bronsuheiðursmerki í judo í dag. Tey vunnu Sam Vang í vektflokkinum ?60 kilo og tann ungi Bjørn Andreasen í vektflokkinum -90 kilo.

 

Bæði landsliðini í flogbólti løgdu fyri við tryggum sigrum. Menninir vunnu 3-0 á Guersney, og kvinnurnar vunnu 3-0 á Jersey.

 

Landsliðið í badminton vann allar sínar innleiðandi dystir í liðkappingini og spælir hálvfinalu í morgun.

 

Borðtennislandsliðið vann ein dyst og tapti ein dyst. Skjúttarnir endaðu sum nummar 7 í sporting-kappingini, og Heri Ziska endaði somuleiðis sum nummar 7 í sleggjuvarpi.

 

Mánadagin verða enn fleiri føroysk ítróttarfólk í kapping, og vónir eru um fleiri heiðursmerki í morgin - millum annað í svimjikappingunum.