Tað sigur Rúni Hetnze, formaður í kirkjuráðnum á Argjum. Hann er fegin um, at býráðið um síðir hevur givið endaligt byggiloyvi enn einaferð og vónar ikki, at tað nú verða fleiri snávingarsteingar í málinum, sum hevur havt eina sera drúgva tilgongd. Endaligt loyvi at fara í gongd skal eisini fáast frá Mentamálaráðnum.
Mótstøðan ímóti byggingini hevur verið stór, serliga seinastu tvey árini ella so. Fyrst fekk krikjuráðið endaligt byggiloyvi, sum varð samtykt í býráðnum 29. februar í fjør. Síðani varð kært um, at allir partar ikki vórðu hoyrdir, og tí mátti málið ganga umaftur.
Men fakliga tilmæli frá umsitingini hjá Tórshavnar kommunu var tað sama, at byggiloyvi skuldi játtast – og tað varð samtykt í Tórshavnar býráð í gjár við 7 atkvøðum fyri, 5 ímóti og einari blankari.
Tað er byggifelagið Kanjon í Klaksvík, sum skal byggja kirkjuna.