Maud Wang Hansen
-----
Hetta eru ikki góð boð at fáa nú, bert eitt hálvt ár undan, at Føroya Pedagogfelag fer undir nýggjar sáttmálasamráðingar aftur.
Tað er tí alneyðugt, at vit, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag, minnast, hvat tað eru fyri uppgávur, vit loysa, og hvussu stóran týdning okkara arbeiði hevur fyri alt samfelagið. Tað er mín meting, at námsfrøðiliga arbeiði er tað týdningarmesta arbeiðið í heiminum. At arbeiða við menninskjum er í sær sjálvum ein stór avbjóðing, og at gera tað rætta er eitt ófrávikiligt krav til okkum dagliga. Tað er eingin orðsøk til at drýpa høvur, tá tú verður spurd, hvat títt starv er. Heldur skalt tú stolt rætta ryggin og halda pannuna høgt og svara, at tú hevur heimsins týdningarmesta starv.
Tíðin er farin frá at tosa um ansing. Námsfrøði er alt annað enn tað. Námsfrøði er at vera tann, sum sær menniskjað sum eitt heilt menniskja og veit, hvat skal til fyri at skapa menning og trivna fyri hvønn einstakan. Námsfrøði er at síggja, hvønn tørv tann einstaki hevur á hjálp og stuðli. Námsfrøði er eisini at skapa møguleika fyri, at tann einstaki kann læra at virka sum sosialt menniskja og duga at fyrihalda seg til sín sjálvs og til sítt umhvørvi.
Nú er stundin komin til at fáa boðskapin út um, at námsfrøðiliga arbeiðið krevur góða fyrireiking, og at tey, sum dagliga eru á kommunalum dagstovnum ella á dag- og samdøgursstovnum landsins, eru okkara størsta íløga í framtíðina. Vit vija ikki liggja undir fyri politiskum klandri um, hvussu landsbúskapurin skal rekast. Vit vilja hava virðiligar arbeiðsumstøður, eina høskandi løn og eftirløn og eina arbeiðstíð, sum menniskjansliga tekur atlit fyri, at vit skulu vera virkin í nógv ár á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri limirnar í Føroya Pedagogfelag er tað tí umráðandi:
• At samráðingar millum felag og arbeiðsgevarar ikki verða politiskt órógvaðar frammanundan
• At týdningrmesta starv i heiminum verður virðismett og vællønt
• At námsfrøðin kemur í fremstu røð, og at talan er um ein uppibornan fakligan stoltleika
• At tíð til fyrireiking er eitt ófrávíkiligt krav, tá talan er um menning og dokumentatión
• At arbeiðsbyrðan má tillagast og fordeilast á fleiri hendur, alternativt má arbeiðsvikan styttast
Góðu limir í Føroya Pedagogfelag, eg ivist ikki í, hvat skal til, fyri at vit koma á mál við okkara ynskjum. Vónandi ivast tit heldur ikki og vilja taka undir við mær, tá eg sigi, at nú skulu vit seta dagskránna og orða námsfrøðina og luttaka, har orðaskifti er um heimsins týdningarmesta starv. Samfelagið hevur brúk fyri tær og tínari tænastu.