Siga vit, at vit - sum er - hava 10 skattgjaldarar, ið eiga at gjalda 150.000,- kr. hvør, ella íalt kr.1,5 mill í skatti, vísir tað seg, at 4 bert gjalda runt roknað kr. 300.000,- íalt, soleiðis at 1,2 mill. kr. verða eftir til teir resterandi 6, sum so noyðast at gjalda kr. 200.000,- í part - ella kr. 50.000 meira, tí teir 4 á ymskan hátt hildu inntøkur uttanfyri skattaskipanina m.a við svørtum arbeiði, roknskaparfuski o.ø svikagerðum.
Hetta er bert eitt vælkent dømi um, hvat hendir tá eftirlitið svíkur, og fólk sjálvi kunnu avgera, hvussu nógv tey geva upp av forvunnari inntøku.
Hartil kemur tað mvg-ið, sum verður stolið, ístaðin at verða latið landskassanum, so sum tað eigur.
At landsins myndugleikar - uttan orð ella eið - lata vøruprísirnar sleppa at liggja 14% omanfyri heimsins hægstu er so eitt kapitul fyri seg. Vórðu teir reguleraðir til rímuligt støði, so kundi hitt einstaka húsarhaldið lættliga spart einar kr. 500,- um mðr. á tí kontoini.
Alt í alt kundi tey einstøku húsarhaldini í meðal soleiðis spart uml. kr. 4.500 um mðr.
Meðalinntøkurnar, ið sum er, verða harðast skattaðar, áttu at fingið størsta ágóðan, meðan tær lægru áttu at fingið sín part, og tær hægstu áttu at hildið áfram sum nú, sjálvt um tær - sum er -tola at gjalda væl meira..
So tá skatturin er ov høgur fyri summi, so er tað tí, at ov nógv á ólógligan hátt sleppa sær undan at gjalda.
Tí er tað eisini langt úti, tá ein av landsins lóggevarum úttalar alment, at hann skilir, at fólk arbeiða svart, tí skatturin er so høgur. Hann skilir opinbart ikki, at skatturin hjá teimum lóglýdnu fyrst og fremst er høgur, tí so mong bróta lógina og arbeiða svart.
Hetta er kanska bara skemt.
Svart skemt.