50.000 kr. til Irak

Er stuðulin føroyski landskassin hevur latið til Irak, nú føroyskir myndugleikar ynskja føroyska luttøku í endurbyggingini av Irak

HJÀLP
Heri á Rógvi
Føroyskar fyritøkur skulu vera við til at endurbyggja Irak.
Hetta var størsta frámerki við vitjanini hjá Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, fyrr í vikuni.
Eftir føroyskum ynski var hetta mál á skránni, tá Per Stig Møller hitti løgmann, og uttanríkisráðharrin tók fult undir við ynskinum, og hann segði seg vilja gera sítt fyri, at hetta kundi koma í lag.
Tosað verður ofta um at knýta menninghjálp. Men ikki tann nógva menningarhjálpin er komin úr Føroyum til Irak.
Málið hevur verið fyri í løgtinginum. Av játtanini til menningarhjálp fyri 2003 eru 50.000 krónur brúktar til Irak. Løgmaður ætlaði eisini at fáa játtað 2,8 milliónir afturat ? eins og gjørt varð í Afganistan.
Málið var fyri á fíggjarnevndarfundi 30. apríl.
?Ein samd nevnd tók ikki undir við uppskotinum vísandi til, at mett verður ikki, at málið hevur skund, og at málið kann leggjast fyri Løgtingið í næstu tingsetu, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Føroya løgtingi.
Sostatt hava føroyingar áhuga fyri at byggja upp, men menningarhjálpin úr løgtinginum letur bíða eftir sær.