Tað segði ísraelski herurin, IDF, í morgun. Sambært herinum raktu stríðsflogfør yvir 100 mál í krígsherjaða økinum. Álopini hava sambært Ísrael rakt tunlar og hernaðarlig mál.
Hinvegin sigur Heilsumálaráðið í Gaza, har hernaðarliga palestinska rørslan Hamas hevur valdið, at minst 52 eru deyð í álopunum, skrivaði tíðindastovan dpa.
Pástandirnir eru ikki váttaðir av óheftum.
Í gjár ljóðaði frá Gemma Connell á stovninum hjá ST fyri samskipan av humaniterum málum (OCHA), at støðan kann samanberast við eitt »menniskjanslig talv«.
Fleiri túsund fólk eru rikin burtur fleiri ferðir.
/ritzau/