Um ein góðan tíma byrjar ráðstevnuparturin av Faroexpo, sum fevnir um fimm áhugaverdar fyrilestrar, har Tórbjørn Jacobsen, politikari og havnameistari heldur hin fyrsta - og John Rajani, stjóri í BankNordik heldur hin seinasta. Fyrsti fyrilesturin fer at snúgva seg um "Einar Føroyar uttan fiskivinnu - svart hav!". Hin seinasti ber heitið Vakstrarstrategi fyri framtíðar Føroyar.
Aðrir fyrilestrarhaldarar á Faroexpo-ráðstevnuni seinnapartin verða Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu og Maibritt Højgaard, sálarfrøðingur, sum kemur at halda hin skeiva fyrilesturin.
Símun Hammer, stjóri og eigari av Sp/f Virkisráðgeving, sigur, at 250 pláss eru longu bíløgd til ráðstevnuna, men enn eru 50 pláss eftir.
- Fólk, sum kundu hugsað sær at komið við, kunnu møta við dyrnar, og síðan finna vit út av, hvussu goldið verður. Hetta kann eitt nú gerast við flyting, sigur Símun Hammer.