5000 nýggjar kundar

Betri pensjón hevði eitt avlop upp á 4 milliónir krónur eftir skatt og hevur nú ein marknaðarpart á 20 prosent.

Betri pensjón hevði sítt besta úrslit nakrantíð í 2014. Sambært roknskapinum hevði felagið 4 milliónir krónur eftir skatt í avlopi, í mun til 0,1 mió. kr árið fyri.

Samlaða talið av kundum er nú komið uppá 14.700, og marknaðarluturin er nú umleið 20%.

Regin Hammer, nevndarformaður, greiðir frá, at felagið í 2014 fekk 5000 nýggjar kundar og gleðist um stóru framgongdina.

- Vit hava eina sterka og føroyska pensjónsloysn og kappingarførar prísir, sum eg vænti, at fólk seta prís upp á, segði Regin Hammer í samrøðu við Rás 2 í dag.