–Vit vilja vísa børnunum og teimum ungu, at tað er ein onnur verð til enn telduspøl sigur ein væl nøgdur formaður í Føroya Ríðingarfelag, Hans Vilhelm Lützen. Hann hevur alla orsøk til at vera nøgdur, tí tað var av allar besta summarverðri hesar barna- og djóradagarnar í Havnardali. Og tað var eisini orsøkin til, at heili 5000 fólk, ikki bert úr høvuðsstaðnum men úr øllum landinum, leitaðu sær til Havnar hesar dagarnar. Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at lata børn síggja tey mongu djórini í Havnardali, hestar, lomb, kálvar, hundahvølpar, gása-, dunnu- og høsnarungar, slangur, marssvín, geitir, fuglar oma. Men fyri at børnini ikki skulu keða seg við langu bíðirøðirnar til høvuðstiltakið, nevniliga ponyríðing, er eisini møguleiki at royna karrusellir, hoppuborgir ol. Eisini kemur felagshúsið hjá Ríðingarfelagnum, sum kommunan leigar til frítíðaransing, sera væl við til slíkt tiltak.
Peningurin, sum kemur inn, fer til at hampa um økið í Havnardali og til bygging av stórari høll, sum Føroya Ríðingarfelag letur byggja. Hon verður innilokað í ár. Hans Vilhelm sær fram til, at høllin verður klár til at taka í brúk, tí hon verður sera hent til slík tiltøk sum hetta eisini , serstakliga um váttveður er.
Einir 100 limir í Føroya Ríðingarfelag hjálptu til at gera hesar dagarnar hugnaligar og ógloymandi fyri mongu fittu børnini, ið vitjaðu saman við foreldrum.