Tað er rættiliga keðiligt veður kring landið í dag, og serliga er tað nógvur vindur, ið ger um seg. Tað hevur millum rakt Strandferðsluna, ið hevur avlýst fleiri túrar hjá bussum og skipum í dag.
Veðurstøðirnar hjá Landsverk vísa eisini í kvøld, at tað í støðum leikar rættiliga hart á.
Harðast leikar á í Suðuroynni, har veðurstøðin á Ørðaskarði boðar frá kolandi stormi, í hvirlunum upp til 51,5 metrar um sekundi.
Stutt haðani hevur ein onnur veðurstøð, tann á Porkerishálsi, máta hvirlur upp í 48,5 metrar um sekundi.
Tað er tó ikki bara í Suðuroynni, at tað er nógvur vindur. Veðurstøðin við Norðradalsskarð á Streymoynni boðar nevniliga frá ódn, í hvirlunum upp til 46,6 metrar um sekundi.
Landsverk heitir á bilførarar um at vera varin í hesum støðum:
Viðareiðisvegurin, á Leiti - 17:58 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 26.6 m/s.
Klaksvík, Gerðabøur - 17:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 35.5 m/s.
Syðradalur - 17:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 33.1 m/s.
Gjáarskarð - 17:58 Skrið, Í hvirlunum upp til 38.1 m/s.
Kambsdalur - 17:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 34.7 m/s.
Gøtueiði - 17:58 Stormur, Í hvirlunum upp til 34.7 m/s.
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 17:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 30.5 m/s.
Høgareyn - 17:58 Skrið, Í hvirlunum upp til 33.4 m/s.
Sandavágshálsur - 17:58 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 38.0 m/s.
Vatnsoyrar - 17:58 Skrið, Í hvirlunum upp til 31.9 m/s.
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 17:57 ódn, Í hvirlunum upp til 46.6 m/s.
Glyvursnes - 17:50 Skrið, Í hvirlunum upp til 26.7 m/s.
við Velbastaðháls - 17:57 Stormur, Í hvirlunum upp til 33.4 m/s.
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 17:58 Stormur, Í hvirlunum upp til 35.2 m/s.
Hvalba - 17:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 30.3 m/s.
Krambatangi - 17:58 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 25.4 m/s.
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 17:52 Kolandi stormur, Í hvirlunum upp til 51.5 m/s.
Porkerishálsur - 18:08 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 48.1 m/s.

51 m/s á Ørðaskarði





