53 fólk færri kring Skálafjørðin

Seinasta árið hava Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur mist fólk

Fólkatalið í Føroyum vaks við 174 fólkum í 12 mánaðarskeiðnum frá 1. november 2012 til 31. oktober 2013. Men tað vóru eisini støð og kommunur, har fólkatalið minkaði, og størsta minkingin í tali er í kommununum við Skálafjørðin.

Hetta vísur nýggj uppgerð, sum Hagstova Føroya hevur gjørt.

Sambært yvirlitinum vórðu tað 22 fólk færri í Runavíkar kommunu í hesum tíðarskeiði. Í Nes kommunu minkaði fólkatalið við 14 og í Sjóvar kommunu við 17. Samlangt blivu tað tí 56 fólk færri í kommununum við Skálafjørðin frá november í 2012 til oktober í 2013.

Orsøkin til minkingina í fólkatalinum í  hesum kommunum er, at stór fráflyting hevur verið, og burðaravlopið hevur ikki vigað upp ímóti tí. Í Runavíkar kommunu var burðaravlopið 22 fólk, men 44 fólk fluttu úr kommununi.

- Tað er eingin einføld frágreiðing um, hví vit hava havt eina afturgongd upp á 0,6 prosent í fólktalinum. Tað eru sveiggj, og hetta tíðarskeiðið sveiggjaði tað skeiva vegin. Tað eru ábendingar um, at tað eru smærri bygdirnar í kommununi, sum serliga hava mist fólk, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

- Vit stúra tó ikki fyri gongdini, tí longu í ár eru fleiri fólk flutt til kommununa, og virksemið er stórt her í økinum, sigur hann.