Føroyska fólkatalið vaks við 540 fólkum í 2014. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Orsøkin til hetta er tvífald.
Í fyrsta lagi, so hevði føroyska samfelagið eitt burðaravlop á 246 persónar í 2014. Hin orsøkin er, at nettotilflytingin í 2014 var á 294 fólk, og kemst hetta fyrst og fremst av, at nógv færri fólk flyta av landinum.
1509 fólk fluttu til Føroya í 2014, meðan 1215 fluttu av landinum. Samanborið við 2013 fluttu 76 fleiri fólk til landið, meðan 361 færri fólk fluttu av landinum.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2008, at Føroyar uppliva eina nettotilflyting.