550 arbeiðspláss við havnalagið og umborð

Í Fuglafirði er rættiliga nógv framleiðsluvirksemi, og á virkjum og umborð á skipum er eitt stórt tal av ársverkum.

Í Fuglafirði er rættiliga nógv framleiðsluvirksemi, og á virkjum og umborð á skipum er eitt stórt tal av ársverkum - ja, helst eitt nógv størri tal nakar dugir at ímynda sær. Men, fuglfirðingar ætla sær ikki at helma í her.

 

Samstundis, sum stór útfylling í løtuni fer fram niðan fyri Havsbrún til útbygging av virkinum, er rættilig gongd eisini komin á byggingina av uppsjóvarvirkinum hjá P/F Pelagos, ið ætlandi skal byrja at taka ímóti rávøru í summar.

 

Men, heldur ikki hetta er alt, sum er í gongd og annars er í stoypiskeiðini í Fuglafirði. Gongst, sum trolvirkið Vónin ætlar, verður nýtt og nútímans trolvirki eisini bygt nakað uttan fyri terminalin hjá Effo Bunkers

 

Anfinn Olsen, reiðari, segði nøkur orð við høvi, tá Norðoya Sparikassi hevði verið í Fuglafirði í eitt ár, og her gjørdi hann eisini í stuttum upp, hvussu nógv ársverk eru kring um á havnalagnum og umborð á skipum, heimahoyrandi í Fuglafirði.

 

Í stuttum kunnu vit siga, at tá arbeiðsplássini, sum P/F Pelagos fer at skapa, eru tald við, eru umleið 550 ársverk knýtt at virkjunum kring havnalagið og skipunum, sum eru heimahoyrandi í Fuglafirði.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tá eru bert tey fólk, sum arbeiða hjá Vónini í Fuglafirði, tald við - og ikki tey, sum arbeiða á øðrum virkjum hjá Vónini. Hinvegin eru øll starvsfólkini hjá KJ-Hydraulik á bedingini í Fuglafirði og á virkinum á Kambsdali tald við.

 

Eftir stødd eru hesi ársverk knýtt at virkjum og skipum í Fuglafirði:

 

Bedingin/ Kj-Hydraulik (92), Laksavirkið hjá Bakkafrost (90), Pelagos (70-80), Framherji (75), Mjølvirkið hjá Havsbrún (50), Sandgrevstur/ 5 skip (45), Vónin/ Fuglafjørður (30), Fóðurvirkið hjá Havsbrún (25), Ólavur Nolsøe (20), Útróðrarmiðstøðin (15), Petur Larsen (12), Bergfrost (12), Bakkafrost/ Sjógvaling (6), Pilot (4) og EFFO Tungolja (3).