559 nýggir smittutilburðir í Noregi

Í løtuni er koronu-smittan veksandi í 60 norskum kommunum.

 

 

Seinasta samdøgur eru 559 nýggir tilburðir við covid-19 staðfestir í Noregi.

 

Tað vísa nýggjastu tølini úr Noregi, sum eru almannakunngjørd nú um midnáttarleitið.

 

559 tilburðir í eitt samdøgur er 14 tilburðir færri enn miðaltalið fyri hvønn dagin seinastu sjey dagarnar, sum er 573. 

 

Men, kortini eru 168 fleiri staðfest smittað seinasta samdøgur enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

VG veit í kvøld at siga, at Noreg hevur veksandi koronu-smittu í løtuni, og smittan er nevniliga veksandi í 60 norskum kommunum.

 

Í løtuni eru 37 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við koronu, og talið av deyðum er higartil komið upp á 811.