Tað er trýst á donsku feløgunum í europeisku kappingunum, og tað er serliga stórt trýst í kvøld, tí hvørki Silkeborg ella Brøndby og heldur ikki FCM megnaðu fyri einari viku síðani at vinna fulla úrtøku, tá ið liðini vóru stórfavorittar ímóti ávikavíst KA úr Íslandi, HB og skotska Hibernians.
Brøndby eigur stolta søgu í Europa, og tað verður ein tann størsta skandalan í europeisku søguni hjá felagnum, um tað í kvøld ikki eydnast at varpa HB úr Conference League.
Tað fer kanska 20 túsund áskoðarar á Brøndby stadion, men tað fær ikki HB venjaran André Olsen at rista á hondini.
-Tað er gott lag í hópinum, vit hava fyrireikað okkum væl, og vit hava fokus á tí, sum fer at ganga fyri seg innanfyri strikurnar. Tað órógvar okkum ikki, at tað vera nógvir áskoðarar, tí vit vita, hvat vit duga og hvat vit ætla, sigur HB venjarin.
Hetta er 10. dysturin, sum André Olsen hevur ábyrgdina av besta HB liðnum. Úrtøkan higartil er seks sigrar og tríggir javnleikir. Síðsti javnleikurin var fyri einari viku síðani, tá ið tað á Tórsvølli endaði 1-1 ímóti Brøndby, og Jákup L. Thomsen javnaði til 1-1.
Í kvøld fer HB at spæla fyri 68. ferð í Europa. Higartil hevur HB vunnið 9 dystir, spælt 17 javnar og tapt 41.
Millum føroyingar í Keypmannahavn og har á leið er áhugin stórur, og tað er heilt víst, at tað fer at síggjast á áskoðaraplássunum, at HB fjepparar og føroyingar fara at taka undir við HB í kvøld.