6% av btú brúka vit uppá vinnustuðul

Hetta merkir, at 6% av allari úrtøku hjá øllum frisørum, hjálparfólkum, sjúkrarøktarfrøðingum, verkafólkum, fulltrúum, sjómonnum o.s.fr. verður brúkt til vinnustuðul til fiski- og alivinnuna. Hesi milliarda virði verða á hvørjum ári latið til nakrar heilt fáar føroyskar eigarar, umframt nakrar útlendskar íleggjarar. Hetta svarar næstan til, at vit lata allan landsskattin í vinnustuðli til nakrar heilt fáa fyritøkur. 

 

Tað er neyvan nøkur økonomisk órímiligheit her á landi, ið hesin vinnulívsstuðul ikki eigur sín lut í. 

 

Tað er púra høpisleyst at tosa um manglandi fíggjarligt haldføri, pensjónsaldur, sethúsamarknaðin, til- og fráflyting hjá teimum ungu, vælferð o.a., uttan at taka fatur í nógv nógv tann størsta búskaparliga trupulleikan vit hava í Føroyum. 

 

Vit verða heilt einfalt noydd til, at læra okkum at telja pengar og virðir rætt her í Føroyum. 

 

Tískil er neyðugt hjá allari tjóðini og politisku skipanini at taka hetta í álvara. 

 

Eg taki hetta í álvara!

 

X við Kim Hansen 

 

X við Tjóðveldi