60% av umsetninginum hjá Vónin Group er útflutningur

- Heimurin er so lítil í dag. Sambandið bæði sjóvegis og loftvegis er regluligt, og samskiftismøguleikarnir eru góðir. Tí er eingin orsøk at halda, at Vónin ikki í allar mátar hevur verið við í teirri kapping, sum verið hevur. At prísirnir á botntrolum nú eru í botni, merkir ikki, at vit bara hava skúmað róman hini árini, sigur stjórin, Hjalmar H. Petersen

Vónin

Trolfyritøkan P/F Vónin við dóttirfeløgum, sum í dag hevur virkir í Fuglafirði, Havn, Nuuk í Grønlandi og í Ný Foundlandi, telist millum størstu útbjóðarar av trolum og trolreiðskapi í Norðuratlantshavi.
Í Fuglafirði starvast eini 40 fólk, sløk 20 á Viðarnesi í Havn, 8-12 á Qalut Vónin í Grønlandi og eini 6-8 á virkinum Vónin Kanada í Ný Foundlandi.
Tilsamans hevur Vónin Group, sum felagið verður nevnt undir einum, umleið 80 fólk í starvi, men talið av fólki veldst eitt sindur um, hvussu nógv virkini hava at gera.
Vónin Group bjóðar seg fram við síni egnu framleiðslu á øllum økjum innan trolmarknaðin, heilt úr trolum til teir smærru trolbátarnar til tey størstu pelagisku trolini hjá kombineraðu trol-og nótaskipunum.
Haraftrat framleiðir fyritøkan nótir til alivinnuna og nótir til kraftblokkaskipini, og felagið tekur sær eisini av at umvæla nótir.

Hørð kapping
Hóast kappingin á trolmarknaðinum er hørð, stava umleið 60% av inntøkunum hjá Vónin Group frá útflutningi.
Hetta er ein lutfalsliga stórur partur hjá eini føroyskari vinnufyritøku, tá ið havt verður í huga, hvussu stórur okkara egni floti er, sum veiðir við troli. Kortini hevur felagið megnað at staðið seg í hørðu kappingini við fyritøkur av sama slagi í okkara grannalondum.
Kappingarneytarnir hjá Vónin Group um okkara leiðir eru serliga í Íslandi, Danmark, Noregi og Háland.
Aftrat hesum hava vit so fingið eitt nýtt felag í Føroyum – og Vónin soleiðis enn ein nýggjan kappingarneyta, sum er Føroya Trol í Vestmanna.
Stjórin í Vónini, Hjalmar H. Petersen, sigur, at teir prísir, sum vit síggja á føroyska marknaðinum í dag við botntrolum, sum virkið í Vestmanna serliga hevur lagt seg eftir í kappingini, ikki eru reellir.
- Vit hava altíð havt reellar prísir, men tað, vit síggja í dag, eru prísir, sum í longdini ikki eru at liva við hjá nøkrum, sigur hann.
Men Vónin er eitt stórt og væl etablerað felag – og við dugnaligum fólki, sum alla tíðina hevur verið í kapping við aðrar útbjóðarar í grannalondunum.
- Heimurin er so lítil í dag. Sambandið bæði sjóvegis og loftvegis er regluligt, og samskiftismøguleikarnir eru góðir. Tí er eingin orsøk at halda, at Vónin ikki í allar mátar hevur verið við í teirri kapping, sum verið hevur. At prísirnir á botntrolum nú eru í botni, merkir ikki, at vit bara hava skúmað róman hini árini, sum stjórin tekur til.

Føroysk framleiðsla
Hjalmar vísir á, at virkini í Fuglafirði og í Havn, sum ávikavist leggja seg eftir pelagiskum trolum til tey stóru trol-og nótaskipini og botntrolum til feskfiskaskipini, selja umleið 33% av síni framleiðslu av landinum.
- Virkið í Nuuk, Qalut Vónin og virkið í Ný Foundlandi, Vónin Kanada, framleiða serliga til teir marknaðir, har tey virka, og tað er, tá ið vit taka framleiðsluna hjá hesum virkjunum við, at 60% av samlaða umsetninginum hjá Vónin Group stavar frá útflutningi, sigur hann.
Á virkinum í Nuuk er føroyingurin, Petur Jacob Jacobsen, leiðari, og í Ný Foundlandi er framleiðsluleiðarin, Jógvan P. Olsen, føroyingur.
- Bæði í Grønlandi, har framleiðslan serliga er rækjutrol og í Ný Foundlandi, har høvuðsparturin eisini er rækjutrol og síðan svartkalvatrol, framleiða virkini tær trolvørur, sum Vónin hevur ment. Haraftrat selja virkini eitt nú lemmar, weir og annað til trolvinnuna.
Hjalmar ivast onga løtu í, at tað er til fyrimunar fyri viðskiftafólkini hjá Vónin Group – skip og reiðaríir - at felagið hevur virksemi í Grønlandi og Ný Foundlandi, og hann leggur aftrat, at felagið ongar ætlanir hevur um at gevast í londunum vestanfyri.
Hann sigur, at orsøkin til, at framleiðslan til pelagiska flotan liggur í Fuglafirði, er, at tað serliga er har, hesi skip koma og fara.
- Av trolum til pelagiskan fisk, framleiða vit soleiðis trol bæði til svartkjaftafiskiskap, sildafiskiskap og makrelfiskiskap, sigur Hjalmar.

Kongafiskatrol
Vónin hevur eisini framleitt og ment eitt nýtt kongafiskatrol, sum er roynt umborð á Fagrabergi við góðum úrsliti.
- Vit hava arbeitt við hesum í fleiri ár og halda, at vit nú eru rættiliga nær tí optimala – fyri ikki at siga, at vit eru náddir heilt á mál. Vit seta stórar vónir til hetta trolið, sum vit vænta verður ein succes – eisini í kapping við onnur kongafiskatrol, sum longu eru á marknaðinum, sigur Hjalmar H. Petersen, sum hevur verið stjóri í Vónini seinastu 4-5 árini.