Tað gongur ikki væl við fótbóltinum í Fuglafirði. Fyri døgurða fór besta liðið hjá ÍF á vøllin við Margáir í Streymnesi, har næstbesta liðið hjá EB/Streymi tók ímóti. ÍF er í ongamanna landi, meðan EB/Streymur kappast fyri at sleppa undan hóttanini at flyta niður.
Úrslitið var, t EB/Streymur vann 2-1. Jógvan Elmarson Ósá átti uppleggið, tá ið Thomas Bjørn Miezan legði heimaliðið á odda. Tað var í 18. minutti, og tað var eisini Thomas Bjørn Miezan, sum skoraði 2-1 sigursmálið. Tað var tíggju minuttir eftir steðgin, og tað var eftir langa sending frá Fayo Kruse, sum er dugnaligur málverji á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi.
Bara tríggjar minuttir eftir, at heimaliðið legði seg á odda 1-0, var tað Jákup Andrias Thomsen, sum fyri ÍF javnaði til 1-1. Uppleggið átti Markus á Lakjuni.
Hagtølini hjá dystir.fo siga, at ÍF hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn heimaliðið hevði, og at ÍF vann sjey hornaspørk, meðan EB/Streymur vann tvey hornaspørk.
Eftir 17 dystir er ÍF á fjórða plássi við 24 stigum, meðan EB/Streymur nú er á sætta plássi við 19 stigum.
Næsti dystur hjá ÍF verður um eina viku á útivølli ímóti 07 Vestur.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður um eina viku á útivølli ímóti AB.