Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kann enda kríggið í Ukaina "næstan í stundini", um hann vil.
- Men, hann vil hvørki geva Krim-hálvoynna frá sær, ei heldur sleppa ynskinum um Nato-limaskap, sigur Donald Trump.
Ukrainski forsetin er komin til Washington, og her takkar hann amerikanska forsetanum fyri innbjóðingina og leggur dent á týdningin av varandi friði.
Hesaferð er tað ikki bara ukrainski forsetin, sum vitjar USA og sum fer á fund við Donald Trump. Aftrat sær hevur hann fleiri evropeiskar leiðarar.
Sambært Verdens Gang fer ukrainski forsetin fyrst á fund við amerikanska forsetan, og seinni verður fundur saman við evropeiskum leiðarum.
Men, minni enn eitt samdøgur fyri fundirnar, sum verða í Washington í kvøld, hevur Donald Trump lagt út á sín egna sosiala miðil, Truth Social, hesar reglur, leysliga endurgivið:
- Ukrainski forsetin kann enda kríggið við Russland - næstan í stundini, um hann vil - ella hann kann halda fram at stríðast.
Sambært tíðarætlanini hjá Hvítu Húsunum byrjar fundurin millum Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj tíðliga í kvøld, og umleið ein tíma eftir, at teir báðir hava sessast, tekur forsetin ímóti evropeisku leiðarunum.
Í nátt kunngjørdi ukrainski forsetin, at hann longu var komin til Washington.
- Vit hava øll eitt brennandi ynski um at enda kríggið á eini virðiligan hátt. Ukrainar berjast fyri sínum landi - fyri sínum frælsi.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at ukrainsku hermenninir nú hava framgongd í Donetsk og Sumy-regiónunum.
- Eg eri sannførdur um, at vit vilja verja Ukraina, og okkara fólk fara altíð at vera takksom mótvegis Donald Trump og øllum í USA.
Hann leggur aftrat, at ukrainar eisini eru sera takksamir fyri stuðulin, sum allir partar og øll sameind hava veitt, og hann ásannar, at hetta hevur verið ein ómetaliga góð hjálp.
- Tann, sum byrjaði kríggið, má eisini enda kríggið, og eg vóni, at okkara felags styrki saman við USA og okkara evropeisku sameindu fer at tvinga Russland til ein veruligan frið, sigur ukrainski forsetin fyri fundin við Donald Trump í kvøld.
Greinin byggir á endurgeving av heimasíðuni hjá Verdens Gang.