Tað sigur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn um uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanlandsmálum, til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Tað snýr seg um at geva landsstýriskvinnuni víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a. Ítøkiliga snýr tað seg um at svartlista russisku reiðaríini Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og sum eru millum tey sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.
Hanna Jensen var einasta tingfólk, sum ikki tók undir við uppskotinum, sum undanfarna landsstýri legði fyri tingið, og sum varð samtykt 6. mai í 2022. 30 atkvøður vóru fyri og ein var blonk. Tann hjá Honnu Jensen.
– Tað var tí at eg tók við sum varafólk tann dagin og ikki var fyrireikað upp á málið, sigur Hanna Jensen í dag.
Vit hava roynt at fingið fatur á formanninum í tingbólkinum hjá Framsókn, Karlot Hergeirsson, men hann er ikki at hitta.
Hinvegin sigur Árni M. Dam sum tekur við tingsessinum hjá Sólvit Nolsø 1. september, at hann tekur undir við málinum og fer at atkvøða fyri. Eisini Sólvit Nolsø hevur sagt við Kringvarpið, at hann tekur undir við málinum. Hann hevur, eins og Jenis av Rana í Miðflokkinum og Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum – fyri ólavsøku – funnist at landsstýrinum fyri einki at gera í hesum málinum.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum sigur, at hon ivast ikki í, at Javnaðarflokkurin tekur undir við málinum, og tað heldur hon, at øll samgongan ger, tá tað er eitt mál, sum landsstýrið leggur fram.
Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum segði fyrr í morgun við In.fo, at hann fer ikki at atkvøða fyri, og at hann heldur, at Fólkkaflokurin verður ímóti uppskotinum.
Alt bendir tí á, at málið verður samtykt. Og skuldi onkur atkvøða í Framsókn ella Tjóðveldi fallið frá, so hjálpa atkvøðurnar frá Sambandsflokkinum og Jenis av Rana soleiðis, at málið helst verður samtykt.