Nýggi kirkjugarđurin á Sandi varð tikin í nýtslu sunnudagin, tá fyrstu 60 leiðini vórđu vígd.
- Eystur-og vestursíðurnar og norđursíðan eru laðaðar av Bjarka Henriksen, og hetta arbeiðið varð liðugt í fjør. Suðursíðan er laðingin, sum er rundanum gamla kirkjugarðin.
Í Sands kommunu siga tey, at fýra stórir grótstabbar frá Føroya Grótvirki í Skopun halda kirkjuportrunum, sum KJ- Hydraulik hevur gjørt og sett upp.
Finnleif Fagradal hevur staðið fyri entreprenørarbeiðnum - drenað, slættað og gjørt gøturnar í nýggja kirkjugarðinum.
- Smá ljós eru framvið gøtunum, eins og ein gøtulykt er sett upp við gøtuna oman til kirkjuna, og hesum arbeiði hevur LM-Electric tikið sær av.
Nýggi kirkjugarðurin rúmar tilsamans umleið 250 leiðum.
- Vit hava eisini dagført kirkjugarðsreglugerðina, soleiðis at til ber at jarða tvær kistur á sama leiði, siga tey í Sands kommunu, nú tey fyrstu 60 leiðini í nýggja kirkjugarðinum á Sandi eru vígd.