Í síðstu viku fekk ein maður, sum arbeiðir á einum boripalli í Norðsjónum, ein sjáldsama stóran kongafisk.
Tað vísti seg, at fiskurin vigaði 12,4 kilo, og sambært donskum fjølmiðlum er hetta helst tann størsti
kongafiskurin, sum er veiddur við tráðu.
Lívfrøðingurin Anders Kofoed, ið arbeiðir hjá Den Blå Planet - Danmarks Akvarium, sigur við Tv2, at vektin vísir, at fiskurin er gamal.
Sjálvur heldur hann, at hesin kongafiskurin kann vera millum 50 og 60 ára gamal.
Hetta er tó eingin aldur samanborið við, hvussu gamal kongafiskurin í Kyrrahavinum blívur. Lívfrøðingar meta, at kyrrahavskongafiskurin kann liva meiri enn tvær øldir.