Tvey umfør eru eftir at heimligu landskappingini. Tey verða avgreidd tvey tey seinastu vikuskiftini í oktober. Næstu dagarnar eru altjóða uppgávur á fótbóltsskránni. Størsta avbjóðingin verður tað, tá ið fronsku stjørnurnar leygardagin fara at spæla á Tórsvølli.
FIFA styrkislistin boðar ikki frá, at Føroyar eru nakað serligt í altjóða høpi. Men tølini siga, at føroyingar eru dúgligir luttakarar í europeisku kappingunum.
Tað eru seytjan ár síðani, at a-landsliðið fyrstu ferð luttók í undankapping. Síðani tá hevur gingið skjótt. Bæði í landsliðshøpi og í felagshøpi er talan vorðin um rættuliga stórt europeiskt virksemi. Í ár hava Føroyar spælt við a-liði, U21, U19, U17 og U15 á mannfólkasíðuni, og á kvinnusíðuni hava Føroyar verið í europeiska eldinum við U19 og U17, og kvinnulandsliðið skal seinni fyrstu vikuna í november luttaka í EM undankapping í Litava. Mótstøðuliðini vera tey trý baltisku londini – Estland, Letland og Litava.
Í hesi vikuni eru trý landslið við tilsaman umleið 60 spælarum í europeiska eldinum. Umframt spælararnar eru umleið tjúgu fólk beinleiðis upptikin av landsliðunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at í hesi vikuni brúka umleið 80 føroyingar sína tíð upp á landsliðsfótbólt. Tá eru tey ikki tald uppí, sum hava uppgávur í sambandi við heimadystirnar, eitt nú sum vaktarfólk og sølufólk.
Landsliðsfótbólturin ber eisini so nógv annað virksemi við sær: gistingarhús, flutningsfyritøkur og eisini fjølmiðlarnir brúka starvsfólk og arbeiðstímar upp á landsliðsfótbóltin.
Avbjóðingarnar
Í morgun lætti U19 landsliðið úr Vágum. Teir eru á veg til Bulgaria, har mótstøðan í EM undankappingini verður ivaleysa stór. Mikudagin skulu Føroyar spæla ímóti Turkalandi, fríggjadagin verður Danmark mótstøðuliðið, og mánadagin um eina viku skulu Føroyar spæla ímóti Bulgaria.
Umframt átjan spælarar eru fimm venjarar, ferðaleiðarar, liðleiðarar og fysioterapeutar í tí ferðalagnum.
A-landsliðið er stevnt saman mikudagin. Tá verður farið undir fyrireikingar til undankappingardystirnar á heimavølli leygardagin ímóti Fraklandi og mikudagin í næstu viku á útivølli í Ukreina. 20 spælarar hittast mikudagin í høvuðsstaðnum, og afturat teimum kemur Atli Danielsen við í ferðalagið til Ukreina. Hann er leikbannaður leygardagin.
Umframt spælararnar eru ellivu persónar knýttir at a-landsliðnum sum leiðarar, venjarar og hjálparar av ymsum slagi.
U21 landsliðið er stevnt saman í Klaksvík mikudagin. Avbjóðingarnar hjá hesum liðnum eru Aserbajan á Svangaskarði fyrrapartin leygardagin og Kroatia á Tórsvølli seinnapartin mikudagin í næstu viku. Umframt nítjan spælarar eru fimm fólk knýtt at hesum liðnum.
Seinni í mánaðinum fer U17 landsliðið til Týsklands at taka lut í EM undankappingarbólki.