60 telvarar úr norðurlendsku grannalondum okkara og úr Føroyum eru í vikuskiftinum savnaðir á Hotel Klaksvík. Setningurin er at kappast um NM í skúlatelving. Fyrstu leikirnir vórðu fluttir klokkan 15 í dag, og tað eru tvey umfør á skránni í dag, tvey í morgin og tvey sunnudagin.
Kappast verður í fimm aldursbólkum, og tað eru tólv luttakarar í hvørjum bólkinum: Bólkur A (1995-1997), Bólkur B (1998-1999), Bólkur C (2000-2001), Bólkur D (2002-2003) og Bólkur E (2003-2004).
Føroysku luttakararnir eru Høgni Egilstoft Nielsen og Rúni T. Jacobsen í bólki A, Eli W. Finsson og Bjarki Bertholdsen í bólki B, Janus Skaale og Kaj Olsen í bólki C, Leif Reinert Fjallheim og Rógvi Mørkøre í bólki D og Lütjen Akselsson Apol og Benjamin Reinert Fjallheim í bólki E.