600 føroysk partafeløg kunnu rokna við at verða send fútarættinum til tvingsilsavtøku, um roknskapurin ikki verður sendur Skrásetingini beinanvegin Tá freistin at lata roknskapin inn var úti tann 1. august, hevði Skrásetingin ikki fingið roknskapin frá 1.100 partafeløgum.
Í august fingu øll tey 1.100 feløgini áminningarskriv frá Skrásetingini, og tá komu 500 roknskapir inn aftrat. Fyrst í hesi vikuni varð seinna áminningarskrivið so sent hinum 600 feløgunum.
Tey hava nú freist í tvær vikur at senda Skráseting Føroya roknskapin fyri 2007. Gera tey ikki tað, so verða tey uttan aðra ávaring send fútarættinum við boð um tvingsilsavtøku.