61 teknaðir granskarar

Granskingarráðið fer nú at finna vinnaran av teknikappingini um at tekna ein granskara. 61 myndir eru komnar inn til 1. umfar Freistin fyri at senda tekningar inn til kappingina, Tekna ein granskara var úti í dag. Tilsamans vóru 61 myndir komnar inn til 1. umfar av kappingini, sum Granskingarráðið skipar fyri. Granskingarráðið sigur í tíðindaskrivi, at tekningarnar eru stuttligar og flottar, og at tað sæst, at nógv hugflog og arbeiði er lagt í tekningarnar.

Ein stórur partur av teknarunum hevur sent mynd inn sjálvi, men Granskingarráðið hevur eisini fingið brævbjálvar sendandi frá skúlum, har ein heilur flokkur hevur teknað sítt íkast til kappingina. Harímillum eru 2. b í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, frá 3. b í Venjingarskúlanum í Havn og frá 6. d í Hoyvíkar Skúla.

Nú er tað upp til vitjandi á myndaheimasíðuni at avgera, hvørjar av hesum tekningunum skulu vinna 1. umfar í teknikappingini. Granskingarráðið heitir á áhugað at leita sær inn á myndasíðuna www.heilagrunnurin.fo/teknikapping at hyggja at innsendu tekningunum. Leiðbeiningin er henda:

Í niðara vinstra horni er ein ikon við stjørnum. Vel hesa, um tú hevur hug at atkvøða fyri eini mynd. Tú kanst lata upp til 5 stjørnur fyri hvørja. Til ber at atkvøða fyri fleiri myndum.

Ein onnur ikon er, har tað ber til at senda myndir sum e-card til familju og vinfólk, og biðja tey fara inn á síðuna at hyggja og atkvøða eisini.

Freistin at atkvøða fyri myndunum í 1. umfari er 24. apríl 2009.

Freistin at lata myndir inn til 2. umfar er 27. apríl 2009.