63.000 krónur til hjálpararbeiði í Ukraina

Tofta skúli hevur havt stuðulsátøk til frama fyri Ukraina, og í gjár fekk umboð fyri Reyða Kross ein kekk á stívliga 63.000 krónur.

Hin 3. mai skipaði Tofta skúli fyri einum væleydnaðum stuðulsátaki til frama fyri Ukraina. Átakið var skipað sum ein stuðulsrenning á rennibreytini á Svangaskarði, har allir næmingarnir runna ella gingu í ein hálvan tíma.

 

Fleiri møguleikar vóru at stuðla átakinum. Rættiliga nógv valdu at lata pening fyri at stuðla næmingunum, sum gingu ella runnu. Onnur komu við reiðum peningi.

 

Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan og rættiliga nógur peningur kom inn við hesum átaki.

 

Eftir stuðulsrenningina á Svangaskarði 3. mai, fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna læt til høvið.

 

Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu tíðliga seinnapartin, og her var nógvur sangur, har næmingar spældu undir á ljóðføri og sungu fyri til felagssangin.

 

- Nógv foreldur, ommur, abbar og aðrir næstringar møttu upp til hesa hugnaløtu. Tá sangløtan var liðug, varð boðið til ein góðan kaffimunn. Eisini varð møguligt at keypa smákøkur og heimagjørt súltutoy.

 

Eftir áheitan frá Nes kommunu var 8. flokkur við Tofta skúla og ruddaði á Svangaskarði ein dag herfyri. Samsýningin fyri hetta arbeiðið fór eisini óskerd til stuðulstiltakið.

 

Í Nes kommunu siga tey, at nú er endaliga gjørt upp, hvussu nógv kom inn til samlaða stuðulsátakið ”Hjálp til Ukraina”, og tilsamans góvu átøkini 63.024,50 krónur.

 

Beint eftir morgunsangin í Tofta skúla í gjár varð kekkurin handaður Reyða Krossi. Tað var Jónas Thomsen, formaður í næmingaráðnum, sum handaði kekkin vegna skúlan.

 

Kristianna W. Poulsen, sum umboðaði Reyða Kross, tók ímóti kekkinum og takkaði hjartaliga  fyri. Hon nýtti eisini høvi at minna á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit øll standa saman og vilja hjálpa í neyðstøðu.