Seinasta fríggjadag vóru einir 20 gamlir menn savnaðir á Hotel Hafnia í Havn, har teir fyri fyrstu ferð síðan 1941 fingu høvi at tosað saman um gamlar dagar, tá ið teir vóru yviri í Reykjavík og bygdu flogvøll fyri bretska hervaldið. Nakrir av hesum monnum hava sjálvsagt hitst áður í hesi mongu ár ? og summir hava kenst alt lívið, tí fleiri vóru úr somu bygdum ella av somu oyggj, og somuleiðis vóru fleiri brøður millum teir, sum fóru til Íslands. Aðrir hava ivaleyst eisini verið saman til skips. Men hetta var so fyrstu ferð í 64 ár, at teir eftirlivandi vóru samlaðir og kundu tosa um tað, sum teir vóru saman um undir seinna heimsbardaga.
Sosialurin var inni á gólvinum á Hotel Hafnia hendan dagin, tá ið teir savnaðust, men vit vóru ikki við, tá ið menninir sessaðust við vældekkað borð við te, kaffi og vælsmakkandi lagkøkum og øðrum, sum var menu?in hendan dagin.
Tað var bretski konsulin í Føroyum, sum tíðliga á sumri í 1941 vendi sær til føroyskar myndugleikar um at fáa 800 føroyingar yvir til Reykjavíkar at byggja flogvøll. Í lýsing varð sagt, at áhugi var fyri monnum í 20-50 ára aldri. Ein og hvør kundi tekna seg til at fara til Íslands, og bretar vildu tryggja teimum 8 tímar arbeiðsdag. Sagt varð eisini, at lønin, sum føroysku arbeiðsmenninir skuldu fáa, var tann sama, sum eitt nú íslendingar, ið teir komu at arbeiða saman við, fingu.
Ferðin til Íslands og heimaftur var ókeypis.
Í Íslandi skuldu menninir fáa "rúm" at búgva í, men skuldu sjálvir gjalda fyri mat. Tó fingu teir fríar kokkar.
Tá ið samanum kom, búðu føroyingarnir, sum fór til Íslands, í tjøldum, sum minna um indiánaratjøld.
Føroysku arbeiðsmenninir skuldu velja sær álitismenn, sum skuldu vera millumlið millum føroyingarnar og bretska hervaldið og íslendsku yvirvøldina.
Gamlir menn
Á Hotel Hafnia hendan dagin hittu vit Torbjørn Lisberg, sum er ættaður úr Fámjin og Jákup Michael Mikkelsen, sum býr á Toftum.
Tað eru teir báðir, sum í fyrsta lagi hava tikið stig til at samla hesar menninar aftur nú 64 ár seinni. Lýst hevur verið í bløðunum, og ringt hevur verið kring landið - frá einum til annan. Onkur kendi annan, sum aftur kendi ein triðja, og soleiðis hevur tað eydnast Torbjørn og Jákupi at savna teir flestu eftirlivandi frá hesi tíðini. Tó var onkur millum teir, sum eru á lívi, ið ikki hættaði sær og tann eini maðurin, sum var møttur hendan dagin, fór avstað aftur, áðrenn sjálv løtan byrjaði.
Og soleiðis er tað nú einaferð, tá ið árini gerast so mong.
Teir, sum vóru 20 ára gamlir í 1941, eru 84 ára gamlir í dag og teir, sum vóru 50 ára gamlir, tá ið teir fóru til Íslands, høvdu verið 114 ára gamlir í dag!
So, tað er greitt, at ein stórur partur av teimum 250 monnunum liggja undir flagi í dag.
Torbjørn Lisberg og Jákup Michael Mikkelsen siga, at tá ið lutfalsliga fáir føroyingar teknaðu seg at fara til Íslands í aldrinum 20-50 ár, var aldursmarkið tikið burtur, og soleiðis fóru eisini fleiri avstað, sum vóru millum 16 og 20 ár. Tað eru serliga hesir menninir, sum eru á lívi í dag og sum kundu vera við hendan dagin á Hotel Hafnia.
Meðan vit práta, koma fleiri og fleiri eldri og gamlir menn inn á gólvið. Lagið er gott, og tað skilst, at her er nógv at práta um. Menn heilsast og spyrja hvønn annan, hvørjir teir eru ? og hvaðani teir eru. Tveir brøður úr Hesti eru millum teir, sum møttir eru.
Longu inni á gólvinum byrja teir so smátt at tosa um hesa tíðina, og ymiskt er, hvat teir minnast. Onkur minnist væl onkra hending, onkur annar minnist eina aðra, og soleiðis "hjálpa" teir hvørjum øðrum at minnast meginpartin av hesi tíðini aftur.
- Tú, Jákup Michael! Lógu vit ikki inni á Skálafjørðinum og bíðaðu eftir destroyaranum, sum skuldi fylgja okkum yvir til Íslands, í einar seks dagar? spyr Torbjørn Jákup Michal, meðan vit práta.
- Nei, sigur Jákup Michael. Vit lógu ikki so leingi, kanska einar tríggjar dagar ella so.
Føroyingarnir skuldu yvir til Íslands við bretska skipinum, Ben-May-Chee, og meðan teir lógu og bíðaðu á Skálafjørðinum, minnist Torbjørn, at skipað varð fyri dansi.
Og soleiðis gongur prátið, aftur og fram.
Tað, sum ein minnist væl, minnist ein annar minni væl ? og
øvut.
Lítið er at ivast í, at hetta var ein minnilig løta hjá hesum monnum á Hotel Hafnia hendan dagin.
Til Íslands
Í nevndaráliti í einum løgtingsmáli frá 1941, sum kallast "Bræv viðvíkjandi íslandsarbeiðarunum", síggja vit, at teir 250 føroyingarnir fóru úr Havn, 26. mai, við bretska skipinum, Ben-May-Chee. Skipið fer fyrst inn á Skálafjørðin, har bíðað verður eftir herskipinum. Teir leggja leiðina yvir um hav til Íslands, 29. mai.
Meðan teir lógu á Skálafjørðinum og bíðaðu, fóru summir av monnunum av tosa um, hvørt teir mundu liggja og bíða fyri onga løn. Aðrir hildu, at hóskandi var ikki at krevja løn fyri hesa tíðina, tí tað var av felags áhuga, at teir fingu herskip at fylgja sær á leiðini til Íslands.
Nógvir av monnunum høvdu ikki tikið mat við sær heimanífrá, tó at teir vistu, at treytirnar vóru, at teir sjálvir skuldu halda seg við mati. Men eftir samráð millum amtið og bretsku hermegina í Føroyum, varð matur sendur umborð á skipið til ferðina úr Føroyum til Íslands.
Sostatt fingu teir bæði mat og ferð ókeypis.
Ferðin yvir til Íslands gekk væl, og eftir at hava siglt í bert 26 tímar, løgdu skipini til bryggju í Reykjavík.
Bæði Torbjørn og Jákup Michael minnast ógvuliga væl, hvussu skjótt Ben-May-Chee sigldi!
Í bryggjuni í Reykjavík stóðu vognar hjá bretska hervaldinum fyri teimum og koyrdu teir og tað, teir høvdu við sær av viðføri, til Skerjafjørð, har ein lega varð sett upp til 800 mans.
Torbjørn og Jákup Michal siga, at allir føroyingarnir búðu í tjøldum, einir 5-6 mans í hvørjum tjaldi. Í tjøldunum vóru madrassur, og haraftrat fekk hvør maður tvey teppi.
- Eingin hiti var, men kortini vóru vit ongantíð kaldir. Hitin kom frá okkum sjálvum, sum búðu í tjøldunum.
Í leguni ótu teir í barakkum, men maturin var ikk nógvur, og tað var ikki altíð, at teir fingu mettuna við tí, sum borðreitt varð við. Teir fingu tí loyvi at keypa sær breyð, sum teir fingu niðan úr býnum.
- Vit arbeiddu 8 tímar um dagin í tveimum vaktum, og minnist eg rætt, arbeiddi fyrra vaktin frá klokkan 06-14 og hin seinna frá klokkan 14-22. Vit arbeiddu aðruhvørja viku á fyrru vaktini og aðruhvørja viku á teirri seinnu.
Torbjørn og Jákup Michael siga, at teir arbeiddu saman við íslendingum og bretum, og teir halda, at talan var um einar 800 mans tilsamans.
- Tímalønin lá millum 1,70 og 1,90 íslendskar krónur, og minnist eg rætt, var íslendska krónan tá eini 0,85 oyru.
Jákup Michael sigur, at kostnaðurin fyri matin var 2,50 krónur um dagin ? ella einar 17,50 krónur um vikuna.
- Haraftrat noyddust vit at keypa breyð, tí ov lítil matur fekst í leguni, sigur hann.
Heimferðin
Seinasti arbeiðsdagurin hjá føroyingunum í Íslandi var 19. september 1941, og dagin eftir fóru menninir umborð á skipið í Reykjavík, sum skuldi sigla teir heim til Føroya.
Sambært nevndarálitinum, vit nevndu í áðni, kundi hetta skipið - av ókendum orsøkum- ikki fara avstað av Reykjavík, men avgjørt varð, at føroyingarnir skuldu fara umborð á norska skipið, Bergensfjord, sum lá fyri at fara til Bretlands við fólki.
Ferðin við Bergensfjord gekk uttan um Føroyar til Bretlands, hagar teir komu, 25. september.
Bæði Torbjørn og Jákup Michael minnast, at ikki færr enn fýra herskip fylgdu við Bergensfjord, sum tá var eitt velduga stórt skip, úr Íslandi til Bretlands.
- Eitt herskip sigldi frammfyri okkum, eitt aftanfyri og síðan sigldi eitt skip hvørjumegin skipssíðuna.
Tann 27. september fóru føroyingarnir umborð aftur á Ben-May-Chee, sum førdi teir heimaftur til Føroya. Teir stevndu inn á Skálafjørðin, 28. september, og 29. september komu menninir til Havnar.
- Av teimum 250 føroyingunum, sum fóru yvir til Íslands at byggja flogvøll, vóru at kalla allir har yviri, til uppgávan var lokin, siga Torbjørn Lisberg og Jákup Michael Mikkelsen.
At enda siga teir, at føroyingarnir á heimferðini úr Íslandi við Bergensfjord búðu á niðasta dekki, sum var fimta dekkið á skipinum.
- Hetta var í ringastu krígstíð, og vit vóru eini 4.000 mans við skipinum. So, tað hevði ivaleyst verið torført hjá okkum at sloppið uppaftur úr skipinum, um vit vórðu álopnir av týskarum ? ella høvdu siglt á eina minu, siga teir báðir.