Meiri enn tveir triðingar av bilførarum í Føroyum koyra skjótari enn loyvt er.
Tað er niðurstøðan í eini spillfeskari Gallup kanning, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt.
Kanningin er gjørd í samband við nýggja átakið hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd og sum hevur til endamál at taka fótin eitt sindur av spidaranum.
Í kanningini eru fólk spurd, hvussu skjótt tey vanliga koyra og hvat halda um tað at koyra skjótari enn loyvt er.
Í hesum sambandi verður hugsað um koyring í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman
Og kanningin vísir, at meiri enn tveir triðingar av øllum bilførarum, ella heili 66% koyra skjótari enn loyvt er.
Hinvegin eru tað bara 32% av okkum, ella ein lítil triðingur, sum heldur seg røttu megin ferðmarkið, ímeðan nøkur heilt fá ikki siga seg vitað, hvussu skjótt tey koyra.
Kortini ber kanska ikki at siga, at talan er um beinleiðis vitleysa koyring, tí
kanningin vísir, at meiri enn helvtin av okkum koyra eitt lítið sindur skjótari enn loyvt er.
- Tað eru 55% av bilførarunum, sum siga, at teir liggja vanliga um 90 kilometrar um tíman, men 10% plaga at liggja uppi á 100 kilometrar um tíman og 1% koyrir yvir 110.
Og so eru tað eisini 1%, sum ikki vita, hvussu skjótt, tey koyra.
Harafturat vísir kanningin sostatt eisini, at tað eru bara 32% av bilførarunum, ella minni enn ein triðingur av okkum, sum halda okkum niðanfyri hámarksferðina.
- Hetta halda vit er rættiliga álvarsligt, sigur Brynhild Høgdadóttir, stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Men nú vísir kanningin, at tey flestu, ella 55% koyra bara 90 kilometrar um tíman. Hevur eitt so lítið brot á hámarksferðina nakran veruligan týdning?
Brynhild Høgnadóttir ásannar, at tað kann tykjast rættiliga meinaleyst at halda seg til 90 kilometrar um tíman, tí tað er so lítið skjótari enn hámarksferðin er.
- Onki kann vera meiri skeivt enn tað, staðfestir hon samstundis.
Hon vísi á, at sum ein talva her á síðunum vísir, bara ferðin økist 10 kilometrar um tíman, úr økist vandin fyri at doyggja í eini ferðsluvanlukku heilt nógv.
Kanningar úr Noregi staðfesta eisini, at í 30% av deyðsvanlukkunum í ferðsluni, var ferðin bara eitt lítið sindur hægri enn loyvt var.
Hinvegin var púra vitleys koyring orsøk til eini 20% av deyðsvanlukkunum.
Hon vísir eisini á, at kanningin vísir, at tað eru 11% av bilførarunum, sum koyra yvir 100 kilometrar um tíman.
- Tað merkir, at í veruleikanum eru tað fleiri túsund bilar, sum koyra meiri ella minni vitleyst hvønn einasta dag, tí tað eru so nógvir bilar á vegunum hvønn einasta dag.
Vaksin eru størstu syndararnir
Tað verður ofta sagt, at størstu syndararnir í ferðsluni eru ungir, villir dreingir, sum akkurát hava fingið koyrikortið.
Hetta er ikki rætt, tí nýggja Gallup kanningin vísir, at í veruleikanum eru størstu syndararnir miðaldrandi bilførarar.
- Kanningin vísir, at tey, sum koyra varligast, eru tey eldru yvir 60 ár.
- Hinvegin eru tað mest teir ungu bilførararnir undir 25 ár, sum koyra heilt skjótt.
Men sum sagt, er tað nógv tann størsti parturin, sum koyrir 90 kilometrar um tíman og í hesum bólkinum eru tað miðaldrandi bilførarar í aldrinum frá 40 til 59 ár, sum eru nógv teir størstu syndararnir.
Kanningin vísir at heili 71% av teimum, sum siga, at tey vanliga liggja um 90 kilometrar um tíman, eru tilkomnir bilførarar í aldrinum frá 40 til 59 ár.
- Eg má viðganga, at hetta er eitt úrslit, sum kemur eitt sindur óvart á meg, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Og mannfólk eru ikki stórt verri enn konufólk, soleiðis, sum vit ofta hava lyndi til at halda. Tvørtur ímóti er kynsbýtið rættiliga javnt við eini lítlari yvirvág til mannfólkini.
Vælbjargað koyra skjótast
Ein greið niðurstøða í nýggju Gallup kanningini er eisini, at tað eru teir vælbjargaðu bilførararnir, sum koyra skjótast.
- Tað er ein heilt greiður samanhangur ímillum inntøkuna hjá fólki og, hvussu skjótt tey koyra, staðfestir hon.
Kanningin vísir, at nógv tey flestu, sum eru í einum húski, har inntøkan er omanfyri 600.000 krónur um árið, av koyra skjótari enn lógin sigur.
- Tað eru nevniliga heili 87% av bilførarum, har húskið forvinnur yvir 600.000 krónur um ári, sum ásanna at tað er vanligt, at tey koyra ov skjótt.
Eini 70% av teimum plaga at liggja um 90 kilometrar um tíman og hjá restini er tað vanligt at koyra yvir 100 kilometrar um tíman.
Hinvegin eru tað bara 13% av bilførarum, har húskið forvinnur yvir 600.000 krónur um árið, sum halda seg innanfyri lógarinnar karmar.
Hinvegin vísir kanningin eisini, at bilførar í húskjum við eini inntøku upp á minni enn 250.000 krónur um árið, eru teir, sum koyra spakuligast og sum halda seg best til lógina.
- Tað vísir seg, at fólk við høgum inntøkum hava ikki serliga stóra virðing fyri lógini á hesum øki.
- Kanska er ein orsøk til tað, at vit síggja javnan, at fyrimyndir í samfelagnum, politikarar, limir í kongshúsinum og onnur, fáa bót fyri at koyra ov skjótt.
- Ein orsøk kann eisini ver, at tey eru so mikið væl fyri, at ein bót hevur ongan týdning, heldur Brynhild Høgnadóttir.
Mótstríðandi
Tá ið fólk koyra ov skjótt, er tað ikki tí, at tey halda at tað er ílagi.
Tvørtur ímóti er lyndið hjá fólki at koyra ov skjótt, eitt sindur í stríð við teirra sannføring, tí kanningin hjá Gallup vísir, at 43% av bilførarunum halda, at ein hámarksferð upp á 80 kilometrar um tíman, er hóskilig.
Men so eru tað onnur 83%, sum vilja hava hámarkið flutt upp á 90 kilometrar um tíman og 11% vilja hava markið upp á 100 km/t. Og so eru tað nøkur heilt fá, sum vilja hava hámarksferðina upp á minst 110 km/t.
LES EISINI: Vil hava okkum at velja røttu síðina
LES EISINI Føroyingar um ferð.