69 limir hava stevnt Føroya Lærarafelag

Limirnir krevja, at avgerð, ið tikin varð á aðalfundi 29. apríl í ár um at strika lokaupphædd í samlagstrygging, verður ógildað.

Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag. (Mynd av heimasíðu Føroya Lærarafelags)

Tað er KVF, sum í dag ber tíðindi um, at limir í Føroya Lærarafelag hava stevnt felagnum.

 

Søgan er, at í juni 2000 avgjørdi aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag at broyta eina samlagstrygging fyri allar limir felagsins, soleiðis at limirnir fingu 100.000 krónur, tá teir fylla 67 ár.

 

Allir limir felagsins eru harvið bundnir at rinda til skipanina.

 

Av tí at avtalan kom í gildi beinanvegin, so fingu tey, ið fyltu 67 beint eftir at skipanin kom í gildi, útgoldið 100.000 krónur, hóast tey lítið ella einki høvdu goldið til skipanina.

 

Á aðalfundi 29. apríl í ár skeyt ein limur upp, at lokaupphæddin varð strikað fyri allar limir. 280 atkvøddu fyri og 61 ímóti at strika lokaupphæddina.

 

Tað merkir, at limir sum nú fara frá fyri aldur, ikki fáa nakað burturúr, hóast tey hava rindað til skipanina í 23 ár, ein upphædd, sum helst liggur um 60 og 70.000 krónur.

 

Nú hava 69 limir hjá Føroya Lærarafelag stevnt felagnum, veit KVF at siga.

 

Í stevningini stendur, at um aðalfundarsamtyktin frá 29. apríl verður standandi, missa limirnir alla ta uppsparing, sum teir hava goldið inn í skipanina uttan at fáa nakra móttænastu yvirhøvur. 

 

Limirnir missa eisini møguleikan at fáa útgoldið 100.000 krónur uttan skattskyldu við 67 ára aldur.

 

Kravið hjá limunum, sum stevna lærarafelagnum er, at avgerðin frá 29. apríl verður ógildað, skrivar Kringvarpið á kvf.fo.

 

Sambært stevningini meta limirnir, at aðalfundaruppskotið gjørdi seg inn á sáttmálavunnin einstaklingarættindi hjá limunum, og at slík rættindi ikki kunnu strikast uttan samtykki frá viðkomandi limum og er tí ógildig.

 

Í øðrum lagi, at skipanin við lokaupphæddini undir ongum umstøðum kann setast úr gildi, uttan at ein freist, ið á rímiligan hátt loyvir limunum at innrætta síni pensjónsuppsparingarviðurskifti eftir broyttu umstøðurnar.

 

Limirnir eru eisini av teirri fatan, at lærarafelagið hevur skyldu til at eftirrinda viðkomandi limunum tað, ið hesir hava mist ella fara at missa orsakað av ógildigu aðalfundarsamtyktini og møguligari uppsøgn ella tillaging av avtaluni, skrivar KVF.

 

Í samrøðu við KVF í kvøld segði formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, millum annað, at hann fær onki gjørt, tí aðalfundurin er evsti myndugleiki.

 

Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag. (Mynd av heimasíðu Føroya Lærarafelags)