Støðan eftir 6 umfør
HB 13
NSÍ og B36 11
Víkingur og EB/Streymur 10
B68, AB og ÍF 7
07 Vestur 5
KÍ 2
Víkingur-B68 (1-0)
Dómari: Ransin Djurhuus
15. min: 0-0
30. min: 1-0: Sverri Jacobsen stútar við nærra stólpa, eftir at Súni Olsen hevur sent fríspark innfyri úr høgru.
35. min: Nenad Stankovic misnýtir brotsspark
52. min: 1-1: Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Jóan Símun Edmundsson stýrir Keita bóltin í málið.
58. min: 3-1: Eftir tveimum minuttum, tá ið ein tími er farin, skorar Víkingur tvey mál: Í fyrru atløgu var tað Hans Jørgen Djurhuus, sum eftir horna og klumpspæl setti bóltin í málið, og í seinna førinum var tað Finnur Justinussen, sum eftir innlegg úr høgru sendi bóltin í málið.
63. min: 3-2: Jóan Símun Edmundsson.
Toftamenn eru sera grammir, og tað er tætt og spennandi!
88. min: 3-3: Øssur Hansen sendir av brotsteigarmarkinum í høgru og í málið aftanfyri Geza Turi.
Útjavnandi málið hjá B68 kom eftir støðugt og ágrýtið trýst frá toftamonnum.
B68 var um reppið at fáa mál í síðstu løtu. Eftir kiksaða afturlegging brast bólturin í tvørtræið, og so misnýtti Jóan Símun Edmundsson ein góðan møguleika, men hann legði bóltin upp í fangið á Geza Turi.
Liðugt!
AB-EB/Streymur kl. 17.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Eftir seks minuttir bríkslaði dómarin fyri brotsspark til EB/Streym, eftir at beinini vóru tikin undan Sorin Anghel. Bárður Olsen royndi seg úr ellivu metrum, men Heðin Stenberg bjargaði.
21. min. 1-0: Eftir innkast og fleiri ferðir høvd av høvdi smekkar Janus M. Joensen bóltin í málið upp á fyrstu rættuliga royndina hjá heimaliðnum.
70. min. 1-1: Eftir hvíldina hevur EB/Streymur roynt at trýsta, og tjúgu minuttir undan leikloki eydnaðist tað teimum at javna. Eftir langt innkast var ein av AB spælarunum so óheppin at beina bóltin í sítt egna mál.
85.: EB/Streymur hevur greiða yvirvág, men tað hevur ikki eydnast at skjóta fleiri mál, og tí er støðan framvegis 1-1.
Liðugt!
B36-NSÍ (2-0)
Dómari: Lars Múller
15. min: 0-0
17. min: 1-0: Sam Malsom sendir úr 20 metrum og upp í hornið aftanfyri Meinhard Joensen
19. min: 2-0: Sam Malsom sum á brotsteigarmarkinum snaraði um seg sjálvan og smekkaði flatt dygst úti við stólpan
57. min: 2-1: Hjalgrím Elttør skorar frá eitt sindur uttanvert brotsteigin eftir horna og út frá.
63. min: 2-2: Klæmint A. Olsen við høvdinum eftir innlegg úr vinstru og hálvbjarging frá Tróndi Vatnhamar.
84. min: NSÍ trýstir fyri at skora sigursmálið
90+: 3-2 til NSÍ. Jann Ingi Petersen skoraði eftir innlegg úr høgru.
Liðugt!
ÍF-HB (0-1)
Dómari: Eiler Rasmussen
15. min: 0-0
20. min: 0-1: Fróði Benjaminsen eftir horna úr høgru og eitt sindur av aftur og fram.
HB hevur verið leikliga greitt omaná, men møguleikarnir hava ikki verið gagnnýttir, eitt nú eftir fleiri hornaspørk.
53. min: 0-2: Milan Kulic trillar bóltin í tóma málið, eftir at Páll Mohr Joensen hevur sneitt seg ígjøgnum í vinstru.
63. min: 0-3: Rógvi Poulsen við fínum skoti, sum brast í stólpan, áðrenn bólturin fór í málið aftanfyri Andras Gango.
Eingin ivi er um, at tað er HB, sum fer at vinna øll stigini!
66. min: 1-3: Andy Olsen, sum eftir HB miss í álopi, saman við tveimum mótstøðumonnum gjørdist leysur, og bólturin fór umvegis stólpan og í málið.
Liðugt!
KÍ-07 Vestur (2-2)
Dómari: Dagfinn Olsen
3. min. 1-0: 07 Vestur verjan er ikki nóg avgjørd, Heðin á Lakjuni fær órógvað, og Kristoffur Jakobsen prikar bóltin í málið!
Tað gongur skjótt hvønn vegin. Eftir seks minuttir hevur 07 Vestur góða skotroynd, men Jákup bjargar til horna, sum ikki ber nakað við sær.
20. min. 2-0: Kristoffur Jakobsen sum lyfti upp um Trygva Askham, tá ið Kristoffur, sum í dag er ytstur á miðvøllinum í høgru, gjørdist púra leysur á 07 Vestur hálvuni.
Klaksvíkingar eru grammir og avgjørdir í nærdystunum, og teir eru fyrstir á flestu returbóltunum.
25. min. 2-1: Milan Pejcic fer um koll í KÍ brotsteiginum, og Jens Erik Rasmussen sendir úr ellivu metrum bóltin í netið.
30. min. 2-2: Jens Erik Rasmussen leggur fríspark inn í málteigin, fleiri leypa upp, men eingin netrir bóltin, sum siglir undir samankomingini og í netið!
40. 07 Vestur hevur verið leikliga omaná síðstu løtuna, men støðan er framvegis 2-2.
Hálvleikur.
52.: Tað kemur illa við hjá KÍ, at Kristoffur Jakobsen noyðist skaddur av vøllinum.
85. min: Í 2. hálvleiki hevur tað verið torført hjá báðum pørtum at fáa spælið at hanga saman. Vágaliðið hevur havt størri tyngd í álopspartinum, men málmøguleikarnir hava verið fáir og smáir.
Ferðin er minkað.
Liðugt!
KÍ: Jákup Mikkelsen - Stefan Kalsø, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Rudolf Eliasen (Ivan Joensen, 83.) - Kristoffur Jakobsen (Arnold Joensen, 52.), Eli Simonsen (Jan Andreasen, 61.), John Hammer, Erland B. Danielsen, Heðin á Lakjuni - Leon Bjartalíð
07 Vestur: Trygvi Askham - Ragnar Niclasen, Gunnar Haraldsen, Torkil Kollsker, Sigtór Petersen - Tór-Ingar Akselsen, Milan Pejcic, Sjúrður Ellefsen (Holgar Durhuus, 62.), Jens Erik Rasmussen (da Silva, 65.), Hendrik Rubeksen - Hans Arni Ellefsen (Eli F. Nielsen, 53.)